Kvinnurnar hjá VÍF vunnu oddadystin ímóti VB suðuri í Vági í dag.
Tað endaði við einum 33-29 sigri til VÍF, sum nú er á odda í hvonndeildini við 21 stigum, trý stig frammanfyri Kyndil og VB, sum hava 18 stig hvør.
VÍF mátti klára seg uttan Duritu Jojic og Liljuna Djurhuus, sum eru hollir stuðlar á VÍF-liðnum til dystin í Vági í dag. Tí er venjarin, Ingi Olsen sera fegin um, at hinir spælararnir traðkaðu í karakter og vístur sínar dygdir í dag.
Ingi Olsen dregur fram Randi Virgarsdóttir, sum spældi ein branddyst á vinstra vongi. Ingi heldur eisini, at Ingibjørg Olsen gjørdi tað framúr væl, men í tí stóra og heila var talan um eitt framúrskarandi liðavrik hjá VÍF.
VÍF-kvinnurnar vardu væl og hart, og tóku nakrar útvísingar. Eisini har kann Ingi Olsen fegnast um, at hansara spælarar stóðu seg væl í undirtalsstøðunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Inga Olsen aftaná 33-29 sigurin hjá VÌF suðuri í Vági.
Støðan: