Ingi undir skurð

Síðani hann varð skiftur út tíðliga í taptu steypafinaluni, heur Ingi Olsen als ikki kunna fingist við hondbólt. Ein skaði í økslini hevur gjørt hetta púrasta vónleyst, men nú verður so ein roynd gjørd, til tess at fáa hetta í rættlag.
Hósmorgunin skuldi Ingi leggjast undir skurð, og roknað varð við, at tað er ein spong í økslini, sum skal seymast saman.