Ingi um Kyndil-H71 24-26: Tað ídnari liðið vinnur sum oftast (FM1)

(FM1) Hoyr venjarin hjá H71-kvinnum, Inga Olsen og roynda Kyndils-spælarin, Báru Krossteig Hansen seta orð á Kyndil-H71 24-26 (12-11)

##med2##

Hoyvíkskvinnur vunnu góðan 26-24 sigur á Kyndli í høllini á Hálsi fyrr í dag. Í steðginum var heimaliðið, Kyndil á odda 12-11. 

Tað er tó 26-23 (15-17) sigurin hjá VB á VÍF, ið tekur yvirskriftirnar í dag. Tann sigurin merkir, at tað er beinharður dystur millum trý lið um fjórða plássið í SMS-deildini.

Kyndil er oddalið við 20 stigum og H71 er nummar tvey við 19 stigum. Neistin hevur 16 stig. VÍF hevur 10 stig, StÍF hevur níggju stig og VB hevur átta stig, og tað er har tann stóri spenningurin er nú um hvør fer avstað við FM-hálvfinaluplássinum. Stjørnan er aftast við tveimum stigum.

Kyndil-H71 24-26 (12-11)

Toppskjúttar Kyndil: Bára Krossteig Hansen 7, Anja Eliasen 3, Natasja Hammer 3, Nadja Pejovic 3.

Toppskjúttar H71: Maria Halsdóttir Weyhe 8, Sunniva Bogadóttir 7, Jana Mittún 6

VB-VÍF 26-23 (15-17)

Toppskjúttar VB: Vladana Lazendic 6, Rannvá Johannesen 6,  Bára Krosslá Mortensen 5.

Toppskjúttar VÍF:  Agnas Olsen 7, Brynja Rógvadóttir 5, Ingibjørg Olsen 4, Rannvá Olsen 4.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá endanum av dystinum millum Kyndil og H71 og taka stutt samanum dystin. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við H71-venjaran, Inga Olsen sum staðfestir, at sum oftast er tað ídnari liðið sum vinnur, og hann er sera fegin um tað ídnið sum hoyvíkskvinnur vístu í dystinum í dag.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Báru Krossteig Hansen sum viðgongur, at tað var eitt lítið afturstig at tapa oddadystin í dag, men tær í Kyndli hava framvegis fult fokus á at vinna steypakappingina og FM. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL123412499220
 H71123553124319
 NEISTIN123552876816
 VÍF12317334-1710
 STÍF12344359-159
 VB12289363-748
 STJØRNAN12287384-972

 

 

(Samrøður: Ingi Olsen og Bára Krossteig Hansen)