G-festivalurin heiðraður
Tað var gøtumaðurin Jón Tyril, sum fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2005 fyri sítt arbeiði við G-festivalinum.
Jón Tyril er um nakar maðurin aftan fyri G-festivalin, sum tykist verða komin fyri at verða, og tí valdi nevndin fyri virðislønina at heiðra unga gøtumanninum. Í grundgevingunum fyri at heiðra Jón Tyril og G-festivalinum segði Erling Isholm, umboðandi nevndina, at Jón Tyril við G-festivalinum hevur prógvað, at Føroyar ikki eru ov smáar til slík tiltøk, ið hýsa stórum og kendum heimsnøvnum.
Somuleiðis helt nevndin, at eitt slíkt tiltak sum G-festivalurin ger bygdina til pall, og sum styrkir fólksligu mentanina í Føroyum.
Bara andlitið út eftir
Tað var ein ógvuliga eyðmýkur Jón Tyril, ið tók móti heiðrinum, og hann var eisini skjótur at vísa á, at hann bert tók móti heiðrinum vegna so nógv onnur, ið hava gjørt G-festivalin til veruleika.
- Eg eri bert ein av mongum, sum í drúgva tíð hava stríðst fyri at gera festivalin til veruleika. Eg eri kanska andlitið út eftir, men tað er ein stór organisatión, sum eg umboði, tá ið eg taki ímóti hesum, segði Jón Tyril.
Tvær barnabókaheiðurslønir
Í ár vóru tvær barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs latnar. Onnur fór til Theodor Hansen, lærara, meðan hin fór til Grafik Studio við Inga Joensen.
Nevndin fyri barnabókaheiðurslønirnar segði í grundgeving sínari fyri at lata Theodor Hansen heiðursløn, at hann við sínum bókum hevur megnað at fylgt tíðarandanum, sum ger, at børnini halda bøkurnar verða spennandi. Somuleiðis segði nevndin, at hondbókin hjá Theodor um dýr og plantur í Føroyum er ein varði í yrkisbókmentum okkara.
Sonurin tók ímóti
Sjálvur var Theodor Hansen ikki til staðar í Müllers Pakkhúsi, tí at hann er uttanlands. Ìstaðin tók sonur hansara ímóti heiðurslønini vegna faðirin, og hann segði eisini nøkur orð hansara vegna.
Millum annað segði hann, at tað mangan verður tikið til at geva børnum gott í beini, og at hetta kann gerast á nógvar ymiskar mátar. Eitt nú kann tað gerast við bókum, sum bæði menna og stimbra barnasálina, segði hann.
Hin barnabókaheiðurslønin fór til Grafik Studio við Inga Joensen, sum hevur brotið upp úr nýggjum við útgávuni "Trøllið hjá pápaleysa", sum er komið út bæði í bók og á fløgu. Við hesum hevur Grafik Studio megnað at brotið upp úr nýggjum, og hevur nýskapað gamalt ævintýr, sum gevur børnunum eina góða uppliving.
Turið heiðrað fyri krabbameinsbók
M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir var í ár latin Turið Kjølbro fyri bókina, okkara millum, sum viðger lívið hjá 20 fólkum, ið liva við krabbameini.
Bókin kom út á sjálvum 25 ára stovningardegnum hjá Føroya Felag móti Krabbamein, og hon greiðir frá langnunum hjá 20 fólkum, ið eru rakt av krabbameini á ein ella annan hátt.
Í grundgevingunum fyri at lata Turið heiðurin segði nevndin millum annað, at bókin er sjáldsama væl úr hondum greidd, og hon verpir ljós á evni, sum er torført at seta orð á.
Somuleiðis helt nevndin, at bókin svarar nógvum spurningum, ið fólk flest ivaleyst hava í sambandi við krabbamein, og so eru lagnurnar í bókini neyvt frágreiddar.
Ikki bert mítt verk
Turið Kjølbro segði í takkartalu sínari, at tá ið hon fekk áheitanina um at skriva bókina, ivaðist hon, tí tað var stutt eftir, at mamman hennara var deyð av júst krabbameini, og tí ivaðist hon í, um hon fór at megna tað mitt í allari sorgini. Men hinvegin gav júst sjúkan hjá mammuni henni tað neyðuga innlitið í sjúkuna, og Turið helt, at hon hevði kent ein ávísan felagsskap við tey 20, ið bókin snýr seg um.
- Bókin er tó ikki bara mítt verk, tí hon er eisini verkið hjá teimum 20, ið siga frá, hvussu tað er at liva við krabbameini, og sum geva bókini innihald, segði Turið Kjølbro millum annað í takkarrøðu sínari.