Føroyski Arsenal-leikarin, Ingi Højsted, hevur stóran part av hesum árinum drigist við skaða, sum hevur hildið hann burtur frá bæði venjing og dysti, men nú røkist endiliga fyri, at miðvallarin er um at vera tøkur aftur.
Eftir at hann í vikuni stóð sera væl undir venjing, og millum annað skeyt tvey mál í dysti millum eykaliðini hjá felagnum var Ingi millum teir fyrstu ellivu, tá U-17 liðið hjá Arsenal leikti móti Charlton.
Úrslitið av dystinum gjørdist, at Ingi og teir taptu 4-3, men úr einum føroyskum sjónarhorni er kortini hugaligt at staðfesta, at støðan var 3-2 til Arsenal, tá Ingi Højsted 20 minuttir fyri leiklok varð skiftur út. Útskiftingin var sum skilst væntandi, tí umframt drúgva skaðasteðgin, so var Ingi eisini hálv-sjúkur í døgunum upp til dystin, men sjálvan dystardagin var hann kortini somikið bigur, at hann setti seg føran fyri at spæla.
Arsenal er í løtuni á øðrum plássi í ensku kappingini fyri U-17 lið. Teir hava 22 stig fyri 12 dystir. Á odda er Aston Villa, sum hevur 32 stig fyri 14 dystir.










