Nú er føroyski fótbóltsspælarin Ingi Højsted sloppin í holt við tað, sum hann allarhelst vil at spæla dystir fyri enska felag sítt Birmingham City.
Mikukvøldið spældi Ingi seinasta partin av dystinum ímóti Wigan, og tað gekk væl hjá Birmingham, sum vann dystin 3-0.
Eykaliðið hjá Birmingham hevði tapt fýra dystir frammanundan, og fyri at steðga hesari gongd høvdu venjararnir styrkt liðið við nøkrum spælarum, sum vanliga spæla í Premier League. Stephen Clemence, Jamie Clapham og Julian Grey spældi við, og tað munandi eftir øllum at døma.
Tikið sína tíð
Ingi Højsted gjørdi sáttmála við Birmingham City seint í fjør, og hann hevur longu vant í felagnum í nógvar vikur. Men hann hevur ikki kunnað spælt higartil.
Ingi hevur havt ein minni skaða at dragast við, og harafturat hevur spæliloyvi hjá honum heldur ikki verið í lagi. Hetta er nú alt komið í rættlag, og mikukvøldið fekk hann sínar fyrstu minuttir fyri Birmingham.
Christian spælir eisini
Ein annar føroyskur spælari í Onglandi er Christian Restorff Mouritsen, sum hevur sáttmála við Manchester City.
Leygardagin fekk hann veruliga kjansin á U18 liðnum hjá felagnum, og tað gekk stak væl hjá honum í dystinum ímóti Bolton.
Christian byrjaði dystin á miðvøllin og spældi til heilt fram ímóti endanum, tá ið hann varð útskiftur við einum minni snuddi.