Tá føroyski festivalurin, við Múrin verður settur fyrsta vikuskiftið í juli, er tað við einum heldur ókendum gesti í tónleikaheiminum, tó at føroyingar yvirhøvur kenna hann.
Vit kenna hann best fyri hansara føgru undirsjóvarmyndir.
Hann eitur Ingi Sørensen! Jú, hann er eisini ein gávaður gittarspælari.
Ætlanin er at tvinna tónleik og myndir. Á stórskíggja verða vístar myndir av havbotninum úti fyri Kirkjubø, meðan bólkurin spælir improvoserandi instrumentalan tónleik við serligum denti á tað rútmiska.
Aftrat sær hevur Ingi eina sanna elitu: Arnold Ludvig, bass, Brandur Jacbobsen, trummur, Ólavur Olsen, trompet og Magnus Johannesen ljómborð.
– Eg havi mangan droymt um at standa á einum stórum palli og spælt tónleik. Tá eg hoyrdi, at festivalur aftur skuldi vera í Kirkjubø, visti eg, at her átti eg at sleppa framat. Havbotnurin úti fyri Kirkjubø er tiltikin fyri vakurleika, og tað verður ein serlig uppliving at tvinna myndir av havbotninum og tónleik. Við mær eru professionellir elitumusikarar, so áhoyrararnir kunnu vænta at verða blástir um koll av tónleikinum samstundis við, at teir njóta tær undurføgru myndirnar av havbotninum á stórskíggjum.










