Ingi Højsted sat uttanfyri allar 90 minuttirnar, tá ið eykaliðið hjá Birmingham týskvøldið spældi ímóti eykaliðnum hjá West Bromwich. Dysturin endaði við 3-2 sigri til West Bromwich. Nýggi álopsspælarin hjá Birmingham, DJ Campbell, fekk umsíðir hol á sína málskjóting í hesum dystinum. Birmingham hevði fimm skiftisspælarar við til dystin, og venjarin brúkti tveir teirra. Ingi Højsted var ikki sendur á vøllin. 231 fólk hugdu eftir dystinum.