Kanska spøkti ein evarska lítil vón eftir summarsteðgin, at tað kundi enda við uppflyting hjá B68, hóast talan inntil tá hevði verið um einki serligt kappingarár.
Øssur Hansen tók um stýrisvølin í barndómsfelagnum, og fyrstu ferðirnar hilnaðist tað heilt væl.
Nú hevur B68 tapt tvær ferðir á rað, og nú er tað teoretiskt staðfest, at eingin møguleiki er fyri, at toftamenn næsta ár fara at spæla í bestu deildini.
B68 hevur 31 stig, og KÍ hevur á bronsuplássinum, sum er tað minsta, ið skal røkkast, um uppflyting skal verða veruleiki, 44 stig. B68 hevur bara tríggjar dystir eftir at spæla.
Leygardagin var toppliðið, Víkingur, gestur á Svangaskarði. Teir næstbestu hjá Víkingi fóru inn aftur til Gøtu við 1-0 sigri. Einasti málskjúttin var 18 ára gamli Ingi Jonhardsson, sum setti bóltin í málið í 26. minutti. Ingi Jonhardsson er toppskjútti hjá Víkingi við átta málum.
Úrslitið á Svangaskarði leygardagin ber við sær, at Víkingur er topplið við 49 stigum.
Leygardagin skal Víkingur til Sands, meðan B68 fær vitjan av EB/Streymi.