Klaksvík:
So ger ungi listamaðurin Ingi Suni Jacobsen aftur vart við seg. Vit hava fyrr sæð onkran málning hjá Inga, eitt nú á Norðoyastevnuframsýningini síðsta ár, og eisini tá sást, at ungi listamaðurin úr Klaksvík hevur okkurt heilt serligt uppá hjarta.
Innara menniskja
Málingarnir, sum hanga uppi í Leikalund hesar dagarnar, eru hvør sær smáar súmbolistiskar og í løtum rættiliga surrealistiskar liteksplosiónir. Kláru litirnir og einføldu strikurnar geva við fyrsta eygnabrá myndunum ein glaðan, mestsum naivan dám, men sjálvur sigur listamaðurin, at aftanfyri fjalir seg eisini ein lýsing av pínu og líðing.
- Eg royni at útrykkja tað innara menniskja. Pína, líðing og sorg liggja mær sum oftast frammaliga í huganum, men onkustaðni aftanfyri finna vit altíð kærleikan. Í míni verð vinnur kærleikin altíð til endan, og tað royni eg eisini at fáa fram í myndunum, sigur Ingi Suni.
Sum íblástur nevnir hann tónleikin og tekstirnar hjá írska bólkinum U2 og yrkingasavnið ?Ongin sól er til? hjá Peturi Jensen.
- Eg eri hugtikin av U2 og Peturi Jensen, tí teirra verk eru góð listarlig handverk. Slíkt er altíð inspirerandi, og tú kanst læra nógv av tí. Men eg eri ikki minst hugtikin av teimum, tí teir hava ein boðskap. Tað sakni eg ofta í føroyskari list. Eg sakni list, sum skríggjar sín boðskap út og fær okkum at rakna við. Og tað skuldi verið nokk av ektaðum kenslum at tikið av, heldur Ingi Suni, sum sjálvur ofta roynir at flætta ein gløðandi tjóðskaparligan boðskap inn í myndirnar.
?Deyðssyndirnar? í løgtingið
Ungi listamaðurin heldur tað ikki vera sørt undarligt, at føroyska samfelagið og listin ofta tykjast so stirvin og konservativ, hóast vit vita, at tað finnast nógvar listarligar kreftir, sum bara bíða eftir at venda kenslunum út á ranguna
- Eg haldi til dømis, at tað er nokkso løgið, at man hevur valt ein so fánaðan málning, sum handan hjá Ingolvi av Reyni, at hanga í løgtinginum, sum eitt slag av ímynd av okkum føroyingum, sigur Ingi Suni.
Spurdur, hvønn málning hann heldur kundi hugsað sær at sæð í løgtinginum, sigur Ingi Suni avgjørdur.
- Eg kundi hugsað mær at sæð ?Tær sjey deyðssyndirnar? hjá Edvard Fuglø. Málningarnir eru ótrúliga flottir, og boðskapurin ógvuliga sigandi og greiður.
Zarathustra og listin
Ingi Suni hevur fingist við at mála seinastu fimm árini, og eftirhondini hevur hann verið við á fleiri framsýningum í Føroyum. Hann hevur eisini roynt seg eitt sindur sum yrkjara, men fann skjótt út av, at tað er ígjøgnum myndlistina, hann vil úttrykkja seg. Hann lesur nógv, serliga heimsspeki, og er millum annað sera hugtikin av Friedrich Nietzsche.
- Nietzsche hevur nakrar hugleiðingar í ?Soleiðis talaði Zarathustra? av tvístøðuni hjá listamanninum, sum eg haldi vera sera rámandi. Einastaðni tosar hann til dømis um, hvussu Zarathustra fer úr síni holu, gløðandi og sterkur sum ein morgunsól, sum kemur frá myrkum fjøllum. Soleiðis síggi eg eisini onkuntíð meg sjálvan sum listamann, hugleiðir Ingi Suni Jacobsen.