Í Grønlandi er hondbóltsfepurin stórur í hesum døgum. Grønlendska manslandsliðið í hondbólti ger veruliga vart við seg í tí panamerikanska meistaraskapinum, sum er í Argentina í hesum døgum, har tey bestu manslandsliðini í hondbólti úr Suðuramerika, Millumamerika og Norðuramerika kappast. Trý tey bestu liðini spæla seg eisini til HM-endaspælið í Fraklandi, sum verður dagarnar 11. til 29. januar komandi ár.
Hjálparvenjari hjá Grønlandi er Ingi Olsen, sum hevur búð í Nuuk í Grønlandi nøkur ár. Høvuðsvenjari hjá Grønlandi er Niels Møller.
Grønland fekk eina flúgvandi byrjan við tveimum sigrum í panamerikonsku kappingini. Fyrst vunnu grønlendingar 31-24 á Kanada. Í næsta dystinum vunnu grønlendingar 36-24 á Meksiko.
Í triðja dystinum gekk ikki væl í hond hjá grønlendingum. Grønland tapti 29-37 ímóti Chile. Fjórði dysturin var ímóti vertstjóðini, Argentina, og vóru øll - uttan teir í grønlendska hópinum - vís í, at Argentina fór at sigra á Grønlandi, men so gjørdist ikki. Grønlendingar gjørdu eitt satt hondbóltsundur við at vinna ein minniligan 25-23 sigur á Argentina, støðan í steðginum var javnleikur 12-12. Akutaaneq Kreutzmann, sum spælir við GOG í Danmark var sera avgerandi við sínum átta málum.
Fimta og seinasta dystin í bólki A vann Grønland á Guatamala. Talan gjørdist um ein 45-23 stórsigur til Grønland.
Tíverri fyri Grønland vann Argentina ein tepran 22-21 sigur á Chile. Høvdu chilenar megnað javnleik ella ein sigur ímóti Argentina, so hevði Grønland vunnið seg í hálvfinaluna. Chile, Argentina og Grønland endaðu øll á átta stigum, men tíverri hevði Grønland ta ringastu málúrtøkuna av teimum trimum londunum, so grønlendingar mugu nú noyðast at spæla um fimta plássið.
Á myndini sæst Ingi Olsen mitt í rokanum saman við hinum í grønlendska hópinum. Myndin er tikin aftaná minniliga 25-23 sigurin ímóti Argentina ígjár.










