Ingi Olsen verður nú venjari hjá grønlendska landsliðnum. Tað veit grønlendska blaðið Sermitsiaq at siga.
Higartil hevur Ingi Olsen síðani 2014 verið hjálparvenjari hjá Niels Møller. Hesin fór fyrr í vikuni úr starvinum, og nú hevur nevndin í grønlendska hondbóltssambandinum gjørt av, at Ingi Olsen skal hava ábyrgdina av liðnum, sigur formaðurin í hondbóltssambandinum, Jørgen Isak Olsen, í tíðindaskrivi.
Tað var avgerandi hjá nevndini at seta nýggjan venjara beinanvegin, tí fyrsta stóra avbjóðingin er ikki so langt burtur. Grønland skal í summar luttaka í PANAM 2018. Ingi Olsen hevur áður búð í Grønlandi, har hann var venjari. Hetta saman við, at hann síðstu árini hevur verið hjálparvenjari hjá landsliðnum, ber við sær, at nýggi landsliðsvenjarin kennir væl til grønlendskan hondbólt og landsliðið.