Ingi Olsen og Dia Midjord skulu standa á odda fyri besta mansliðnum hjá VÍF næsta kappingarár. Báðir vera høvuðsvenjarar. Tað skrivar heimasíðan hjá VÍF. - Við at seta Inga afturat Dia vónar nevndin, at liðið fer at røkka málum felagsins skjótari. Málið næsta kappingarár er at koma í finaluna í steypakappingini og finalurnar í Atlantic Airways-deildini, skrivar heimasíðan hjá VÍF.
Regin Joensen, sum hevur verið burturstaddur seinasta árið, fer eisini at spæla við vestmenningum næsta kappingarár.
Felagið boðar eisini frá, at rumenin Simona Maria verður spælandi hjálparvenjari hjá kvinnuliðnum hjá VÍF næsta kappingarár.