Vestmenningurin Ingi Olsen skal aftur í komandi kappingarári standa á odda fyri besta mansliðnum hjá Neistanum. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Ingi Olsen hevur síðstu tvey árini vunnið eitt føroyameistaraheitið og steypakappingina sum høvuðsvenjari. Úrtøkan hjá Neistanum ikki hevur verið nøktandi hetta kappingarárið, og Ingi Olsen og Jacob Jónsson, sum aftur verður hjálparavenjari, eru til reiðar at lyfta høvuðsstaðarfelagið á ovastu rók.
Neistin, sum var føroyameistari síðsta vetur, rakk akkurát ikki í FM-finalurnar og fær tí bronsu hesa ferð.