Fyrr í dag var lutakastið til HM-kappingina hjá U21 landsliðum í manshondbólti, sum verður í Algeria í juli.
Føroyar endaðu í bólki saman við Týsklandi, Noregi, Ungarn, Suðurkorea og Kili.
Leiksskráin hjá Føroyum í bólkaspælinum sær soleiðis út:
18. juli - Føroyar - Chile
19. juli - hvílidagur
20. juli - Suðurkorea - Føroyar
21. juli - Noreg - Føroyar
22. juli - hvílidagur
23. juli - Føroyar - Týskland
24. juli - Føroyar - Ungarn
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát, sum Rás2 hevði fyrr í kvøld við hjálparvenjaran hjá føroyska U21 landsliðnum, sum er Ingi Olsen.
Ingi Olsen staðfestir, at talan er um ein sterkan bólk, men eftir tí, sum er styrkismett er møguleikin best at fáa stig ímóti Chile ella Suðurkorea. Ingi vil tó ikki melda nakran málsetning út fyri HM-kappingina, men vil heldur taka uppgávurnar, sum tær koma. Ingi Olsen undirstrikar, at til eitt HM-endaspæl er einki veikt lið.










