Ingi Olsen bjóðar Føroyum av

Í byrjanini av nýggja árinum kemur grønlendska A-landsliðið í hondbólti til Føroya at spæla tveir venjingardystir.

Í byrjanini av nýggja árinum kemur grønlendska A-landsliðið í hondbólti til Føroya at spæla tveir venjingardystir móti føroyska A-landsliðnum.

 

- Í Føroyum skulu spælast tveir dystir, og dystirnir verða í Havn í døgunum, 12. og 13. januar 2019, veit grønlendska heimasíðan www.sermitsiaq.ag at siga í dag.

 

Netsíðan leggur aftrat, at fleiri av grønlendsku profilunum, sum vóru við í Pan Am í Nuuk, eisini verða við á grønlendska A-landsliðnum móti Føroyum.

 

Víst verður á, at veteranarnir, Minik Dahl Høegh og Akutaaneq Kreutzmann, verða við aflur, og tað verður málmaðurin, Isak Olsen, eisini.

 

Talan verður sjálvandi um fleiri av spælarunum, sum vit kenna frá Pan Am, sum verða við ímóti Føroyum, sigur grønlendski landsliðsvenjarin og føroyingurin, Ingi Olsen.

 

Um heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag - síggjast nøvnini á teimum 16 grønlendsku hondbóltsleikarunum, sum koma til Føroya at spæla móti føroyska A-landsliðnum.