Ingi og VÍF royna seg ímóti Neistanum í kvøld

Neistin kann minkað fitt um munin á stigatalvuni í SMS-deildini, ímóti VÍF, sum hevur nýggjan venjara við til Havnar í kvøld

SMS-deildin, 03/12/2019

Klokkan 18.30: Neistin - VÍF, Høllin á Hálsi (FM1 sigur frá)

VÍF spælir sín fyrsta dyst síðani bráða venjaraskifti herfyri, og kann taka oddasessin um tað eydnast at vinna á Neistanum í Havn.

Sí eisini:

Dia givin í VÍF - Ingi tekur yvir

VÍF hevur havt eitt hampuligt kappingarár, eftir at liðið var fyri stórum broytingum í hópinum.

VÍF hevur vunnið rættiliga greitt á øllum uttan H71, sum hevur vunnið báðar dystirnar á VÍF.

Neistin hevur hinvegin so at siga bert vunnið á teimum trimum niðastu liðunum í deildini - uttan eina stórsigurin á H71 fyri júst einum mánaða síðani. Tá var lykilin eitt framúr verjuavrik, og tað skal tað aftur vera í kvøld, um tað skal eydnast at basa VÍF, sum skjýtur eini 28 mál í miðal hetta kappingarárið.

Neistin kann eisini við sigri í dag taka H71 aftur á triðja plássið í tøttu kappingini um fremstu plássini. Enn meira umráðandi, man vera hjá Neistanum, at leggja uppaftur størri fjarstøðu til fimta plássið fyri at røkka málinum um at enda millum fýra tey fremstu og sostatt spæla hálvfinalur.

Hetta er annar dystur av trimum millum liðini. Fyrsta dystin vann VÍF 25-20.

Innanhýsis dystir

VÍF – Neistin 25-20
SMS-deildin: 06/10/2019
Málskjúttar VÍFs
Liljan Müller7
Agnas Olsen5
Randi Virgarsdóttir5
Lise Marie Evensen3
Ró Nielsen2
Heidi Maria Akselsen2
Durita C. Jojic1
Málskjúttar Neistans
Fríða á Dunga6
Birita Ingolvsdóttir3
Ingunn Kristina Persson3
Ana Blagojevic3
Gunnfríð Nólsoy2
Hjørdis Viðstein1
Barbara Johannesen1
Stina Madsen1

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil102721957716
2VÍF102802196116
3H71102782334514
4Neistin102472192812
5Stjørnan10250273-238
6StÍF10214300-864
7VB10213315-1020