Eykaliðið hjá Birmingham var úti fyri sínum størsta tapi í hesum kappingarárinum, tá ið liðið týskvøldið spældi ímóti eykaliðnum hjá Manchester United.
Liðið hjá Birmingham var mannað við nógum ungum spælarum, og tað riggaði ikki serliga væl, tá ið mótstøðan vóru spælarar sum Ole Gunnar Solskjær og Giuseppe Rossi.
Tann seinni gjørdi hattrick, meðan tann fyri var sentralur í álopsspælinum hjá United.
Ingi Højsted byrjaði dystin á miðvøllinum, men hann varð skiftur út í hálvleikinum.
Heimasíðan hjá Birmingham skrivar, at United rakti stongina og tvørtræið tríggjar ferðir, og at sigurin saktans kundi verið enn størri enn tey fýra málini.









