Á hondbóltsgallaveitsluni í kvøld er venjarin hjá greipuvinnarunum úr Vestmanna kosin besti venjarin í Hvonn-deildini hetta kappingarárið. Ingi Olsen, sum heldur fram sum venjarin hjá VÍF-kvinnunum komandi ár, varð valdur til ársins venjara við 43 atkvøðum.
Rasmus Stensgaard, sum hevur verið venjari hjá VB í ár, fekk 24 atkvøður, og venjarin hjá Stjørnukvinnunum, Per Klarup, fekk 17 atkvøður.
Venjarin hjá Neistamonnunum, Jeppe Borch, var eisini greiður vinnari, tá besti venjarin í FTZ-deildini varð valdur.
Jeppe, sum hevur gjørt nýggjan sáttmála við Neistan, fekk 44 atkvøður. Sonni Larsen, venjari hjá føroyameistarunum H71, fekk 29 atkvøður. Julian Johansen, ið vann steypakappingina saman við monnunum hjá Kyndli, fekk 24 atkvøður.