Høvuðsvenjarin hjá VÍF, Ingi Olsen og hansara menn skulu aftur í ár spæla FM-finalu ímóti H71. Tað bleiv staðfest, tá VÍF vann 32-28 (18-16) á KÍF í Kollafirði fyrr í kvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Inga Olsen, aftaná FM-finaluplássið var komið í hús.
Ingi Olsen heldur, at í kvøld kendi hann á sínum monnum, at teir veruliga vildu sleppa í FM-finaluna, og tað prógvaðu teir til fulnar. Ingi Olsen viðgongur, at tað hevur verið tungur róður at vinna seg í FM-finaluna, har teir hava loyvt bæði KÍF og Kyndil inn í stríðið aftur.
Høvuðsvenjarin hjá VÍF væntar nakrar javnar og spennandi finalur ímóti VÍF. Hansara menn eru, ið hvussu er til reiðar at geva alt tað teir eiga.










