Ingi letur upp nýggjan heim í árskalendara

- Hetta er fyrstu ferð, at ein árskalendari við myndum úr okkara einastandandi undirvatnsheimi er gjørdur, sigur Ingi Sørensen.

- Hetta er fyrstu ferð, at ein árskalendari við myndum úr okkara einastandandi "undirvatnsheimi" er gjørdur.

 

Tað sigur Ingi Sørensen, sum hevur útgivið ein árskalendara við egnum myndum úr heiminum, sum er undir vatni og á havbotninum.

 

- Eg gav út bókina "Faroe Islands - a magical seabed safari" í 2013. Hetta var ein dundrandi susses.

 

Hann sigur, at bókin er útseld, men 2. útgáva av bókini kemur út í desembir í ár.

 

- Her eru 50 síður aftrat, og eri eg sjálvur ómetaliga væl nøgdur við úrslitið.

 

Ingi Sørensen vísir á, at Prenta er hansara samstarvspartur.

 

- Annars gav Posta fýra undirvatnsfrímerki hjá mær út í ár (2014), og sostatt eru nú 12 frímerki við mínum undirvatnsmyndun komin út higartil.

 

Ingi Sørensen hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.

 

- Skúlar kunnu bíleggja meg til myndafyrilestur, og hesin fyrilestur varar í tveir undirvísingartímar, leggur hann aftrat.