Ingi Olsen er uttan iva besti hondbóltsspælarin, ið føroyingar hava fostrað seinastu mongu árini. Spælskiparin hjá VÌF í ein mansaldur tykist framvegis ikki at hava nakrar trupulleikar at verða í serflokki í bestu mansdeildini, men ein álvarsligur skaði í økslini hevur nú kanska við sær, at Ingi noyðist at siga hondbóltinum farvæl.
- Kanska ikki mín avgerð
Ingi fekk ein skaða í økslina í landskappingardysti móti Kyndli fyri góðari viku síðani, og hóast hann tóktist klárur til finaluna, so gjørdist skaðin verri í finaludystinum.
Tá ið vit tosaðu við Inga mánamorgunin, greiddi hann frá, at tað stóð einki til við skaðanum.
- Eg fái ikki lyft armin, og eg eri bangin fyri, at tað eru nakrir vøddar, ið hava fingið stóran skaða. Tá ið eg fór út í dystinum leygardagin, hevði onga føling í arminum, og eg má viðganga, at eg vænti, at tað endar við skurðviðgerð, sigur Ingi Olsen.
Spurdur, um hettta merkir, at hann hevur spælt sín seinasta dyst fyri VÍF, sigur Ingi Olsen. - Tað er ilt at siga. Eg spæli neyvan aftur í ár, og tað kann eisini væl verða, at tað als ikki verður mín avgerð, um eg skal halda fram við at spæla hondbólt, sigur hann.
Fleiri lyklaleikarar skaddir
Missurin av Inga er sjálvsagt stórur hjá oddaliðnum VÍF, og tá ið bróðurin Áki samstundis eisini er skaddur í ein mánað ella so, merkir hetta, at vestmenningar eru nógv skerdir næstu vikurnar. Harafturat hevur náttúrligi avloysarin hjá Inga á spælskiparaplássinum, Áki G. Olsen, eisini fingið ein skaða í økslina, men hvussu álvarsligur hann er, veit Ingi ikki at siga enn.
Um so er, at Áki G.eisini noyðast at sita uttan fyri í eina tíð, so kann ikki sigast annað, enn at tað er eitt amputerað VÍF-lið, sum fer undir endaspurtin í landskappingini, har teir skulu royna at verja oddasessin hjá sær.










