Fríggjadagin 19. oktobur 2007, kl. 16.00 verður fernisering í Listaskálanum í sambandi við, at Listasavn Føroya skipar fyri framsýningini Støð - Støður við Inga Joensen listafotografi. Á framsýningini verða 42 ljósmyndir og 3 myndrøðir at síggja. Harumframt er ein bók gjørd, ið Gunnar Hoydal rithøvundur og arkitektur hevur skrivað. Bókin er 56 síður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og við 37 myndum. Bókin kostar kr. 200, men til ferniseringina verður hon at fáa fyri kr. 150. Ingi Joensen verður hjástaddur á ferniseringini.
Ingi Joensen er føddur í Havn í 1953. Í 1977 nam hann sær útbúgving á deildini fyri tekning og grafikk á Danmarks Designskole í Keypmannahavn eftir fýra ára skúlagongd. Hann hevur verið á námsferð í londum sum Spania, Italia, Fraklandi, Íslandi, Grønlandi og USA. Hann hevur luttikið á mongum framsýningum í Føroyum og Danmark umframt í Fraklandi, Italia, Íslandi og Grønlandi. Síðan 1980 hevur Ingi Joensen rikið egna fyritøku, sum sniðgevur bøkur, heimasíður, pakkitilfar og aðrar prentlutir, og ger sjónvarpslýsingar og multimedia tilfar. Hann hevur gjørt myndil av havbotninum kring Føroyar, stuttfilmin Taxi og barnabókina Trøllið hjá pápaleysa. Eisini hevur hann gjørt prýðingar í Hotel Føroyum, Føroya Handilsskúla og Strandferðslupakkhúsinum. Í 1992 kom út bókin Reflektión, ið snýr seg um listina hjá Inga Joensen. Við í bókini eru einar hálvthundrað viðgjørdar myndir.
Í nýggju bókini, Støð – Støður, sigur Gunnar Hoydal m.a.:
Í fyrstani ta strongu svørt-hvítu leiðina, har myndin er ein listarlig skipan av linjum og flatum í ljósi og myrkri. Hjá honum er seinni tað gátuføra komið aftrat, lutir og landsløg hava fingið litir, tøgn valdar, men aftan fyri tøgnina eru tekin, sum gera vart við seg og fáa mál fyri seg. Eitt øðrvísi mál, sum bara eygað og sinnalagið varnast. Tað sjónliga goymir í sær ein ósjónligan heim, sum hevur aðrar týdningar enn teir vanligu, og listamaðurin kann sum sansandi vera, samantvunnin við henda orðleysa heimin, lokka fram týdningar á markinum millum tøgn og mynd.
Myndirnar standa navnleysar og orðleysar. Ein hjallur við sjóvarmálan, eitt gróthús í haganum, hús mest sum frágingin í kava ella skýming, okkurt kortini við ljósi í onkrum vindeyga til at standa ímóti illveðrinum, ið tekur seg upp. Nógv einsemi er í myndunum, eisini teimum, har fólk síggjast ganga ella standa, sum hava tey einki at siga hvørt við annað. Einsemið á kirkjugarðinum, har grøs og blómur royna at vinna á gravsteinunum. Myndir eisini innandura við leivdum av onkrum, sum einaferð hevur verið, hurðar tiknar av leikindum, farvegir og slóðir í lutum, sum bíða eftir, at myndin verður tikin. Sjálvt í royndunum við ljósi og skugga eftir naknum kroppi tykist tíðin at vera steðgað. Her eru støðini, sum samstundis gerast støður í huganum á tí, sum sær myndirnar. Tær eru sum grafiskar tekningar, ofta hækkaðar við litum, soleiðis sum teir gomlu meistararnir kundu hækka onkran part av tekningini til at gera vart við eitthvørt serstakt og fáa javnvág í heildina.
Framsýningin er opin:
19. oktobur – 16. desembur 2007.
Listasavn Føroya er opið:
Týsdag – sunnudag, kl. 14.00 – 16.00.
Mánadag er stongt.