Ingi Joensen 50 ár

25. mars fyllir Ingi Joensen, grafikari í Havn, 50 ár. Ingi er sonur Beggu og Jákup Sverra Joensen, fyrrverandi stjóra á Fiskirannsóknarstovuni. Hann er giftur við Jónvør, ið er úr Sumba, og eiga tey tvey børn, Beintu og Bárður. Ingi nam sær grafiska útbúgving í Keypmannahavn í 70-unum, á ?Atelier 12?, ?Akademi for fri og Merkantil kunst? og ?Skolen for brugskunst?. Hann hevur gjørt nógv við fotografering og hevur hann sýnt fram, bæði her heima og uttanlands. Í 1992 kom bókin ?Reflektión? út við myndum eftir Inga Joensen.
Í byrjanini av 80-unum flutti Ingi heim aftur til Føroya og byrjaði egið grafiskt virki, fyrst í Eysturoynni, men flutti seinni til Havnar, har hann í dag eigur og rekur Grafikk Studio. Sum grafikari hevur Ingi altíð skara framúr, sum ein av okkara evnaríkastu. Hann hevur lagt eitt ótal av av bókum og prentlutum til rættis. Síðan sjónvarpslýsingarnar komu í føroyska sjónvarpið, hevur hann arbeitt nógv við hesum miðli. Á hesum økinum hevur Ingi Joensen verið ein undangongumaður. Tað sæst at her hendir ein sameining av myndamanninum og grafikaranum og kemur hetta til sjóndar í einum leikandi løttum myndamáli.