TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá VÍF, Inga Olsen aftaná Ingi hevði sæð sínar menn tapt 26-29 (13-15) ímóti H71 í Hoyvíkshøllini í tí fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini. Seinna hálvfinalan í Vestmanna verður leikt sunnudagin klokkan 15.
- Hetta er bara fyrri hálvleikur minnir Ingi Olsen lurtararnar á nú bara tann fyrri av tveimum dystum er avgreiddur. Ingi Olsen ætlar ikki, at tað stressa hansara leikarar, at teir eru aftanfyri við trimum málum til seinna dystin í Vestmanna, tí tað er skjótt at venda einari teprari leiðslu uppá trý mál í hondbólti.
Ingi Olsen ásannar tó, at skotgóðskan var ikki nóg góð ta fyrstu løtuna av dystinum, men hann heldur, at sum dysturin leið, so bleiv bøtt uppá hetta. Og nú verður fokuserað uppá uppgávuna komandi sunnudag.