Ingi helst aftur í B36

Transfer-vindeygað ger, at tað ikki er gjørligt hjá spælaranum at skifta til annað útlendskt felag fyrr enn 1. juli. Og tí er sannlíkt, at landsliðsspælarin nú aftur verður í B36 - í hvussu so er fram til summarsteðgin

Fótbóltur

Tað vóru nógv, sum gleddust saman við Inga Højsted, tá tað stutt undan ársskiftinum gjørdist greitt, at hann hevði gjørt sáttmála við enska Premier League-felagið, Birmingham.
Tilveran í næst størsta býnum í Onglandi gjørdist tó ongan tíð nøkur sólskinssøga. At byrja við var Ingi annars fastur partur av hópinunm hjá eykaliðnum, og ta einu ferðina var eisini um reppið, at hann var við í fyrstaliðshópinum til FA-Cup dyst. Men síðani gekk heilt skjótt skeiva vegin. Ein lítil skaðasteðgur hevði við sær, at hann ongan tíð veruliga kom í nánd av einum byrjunarplássi á eykaliðnum, og at enda var hann somikið langt frá hesum, at hann og felagið samdust um at enda sáttmálan, sum annars hevði gildi til 30. juni.

Læstur í vindeyganum
Síðani hevur Ingi verið í samband við onnur feløg, og eitt nú var hann um páskini í Ipswich. Hvørt nakað fer at spyrjast burtur úr hesum sambondum, er ilt at siga. Men tað verður so ikki fyrr enn 1. juli, at Ingi kann skriva nýggjan sáttmála. Hetta tí sonevnda transfer-vindeygað ikki letur upp aftur fyrr enn tá.
Fyri ein spælara, sum helst vil vera fastur partur av landsliðshópinum, er tó ikki nøktandi at halda frí frá fótbólti í fleiri mánaðir. Og tá Ingi samstundis sigst vera á veg til Føroya og familjuna her heima, er skjótt at gita, at hann nú aftur verður partur av B36-miðvøllinum. Og er talan um at spæla áhugafótbólt í Føroyum, so rennur hetta ikki saman við altjóða reglurnar um flytingarvindeyga.
Hvørki Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, ella Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn (B36), vilja gera nakrar viðmerkingar til tíðindini yvirhøvur.
Sum vit hava skilt tað, so er tó væntandi, at Ingi er í flogfarinum, sum fríggjadagin kemur til Føroya, og við aktuellu leysgevingini frá Birmingham skuldu ikki verið stórvegis trupulleikar at fáa galdandi spæliloyvi her í Føroyum. Um tað so verður longu leygardagin, er so ein annar spurningur.