Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá tað í vár gjørdist greitt, at Ingi Olsen skuldi venja Neistan, vóru boðini millum annað, at veteranurin nú ætlaði at gevast sum spælari. Dygdirnar lata seg tó ikki fornokta, og skjótt var veteranurin aftur at síggja á vøllinum.
Og tað er eingin ivi um, at hann er ein maður, sum Neistin hevur tørv á. Ikki minst, nú Áki Mørk er úti við skaða.
Snaraði dystinum
Ætlaði oddabrakið tóktist annars verða av ongum, tá fyrsta korterið var farið aftur um bak. StÍF legði fyri sum eitt óløgi. Ferðin varð skrúvað langt upp, og fleiri ferðir megnaður teir at spæla tunt, ella eisini kundu Sveinur Justinussen og Danni Syhler skjóta útifrá og í netið. Og við offensivum verjuspæli megnaðu teir eisini at trýsta Neista-álopið, sum hevði ilt við at fáa nakað at rigga.
Veruligt sorl lá í luftini, og kanska var tað bert ein roynd at avmarka hetta, sum fekk Inga Olsen at taka venjarabúnan av sær.
Og so vendi dysturin av álvara. Mest sum í sama sekundi, sum veteranurin kom inn, kom eisini skil á spælið hjá Neistanum. Í verjupartinum fekk hann í stóran mun tipt holini, sum høvdu verið so sjónlig, og tí var tað Neistin, sum fekk fleiri skjótálop. Og tá mongu mistøkini í StÍF-spælinum eisini bóru við sær, at Nemania Racic í málinum varð skotin heitur, kom av álvara stígur í hjá gestunum.
Mansvardu ov seint
Tað átti ikki at komið óvart á strandingar, at Ingi var ein styrkur, tá álopsspælið hjá Neistanum skuldi skipast, men tað gekk merkisvert leingi, áðrenn nakað ítøkiligt stig varð tikið til hetta.
Stóran part av seinna hálvleiki helt Neistin nevnliga fram í somu øði, sum teir høvdu gjørt tað seinastu løtuna undan steðginum. Eitt skifti vaks munurin upp í átta mál, men móti dystarenda fingu gestirnir tó pyntað um.
Eitt vápnunum her var, at Ingi varð mansvardur. Men partvíst var munurin tá vorðin ov stórur. Og partvíst spruttaði spæligleðin og stuttleikin nú hjá teimum bláu, og tí megnaðu teir uttan nakað sum helst hóvasták at koyra sigurin heim.
Púrasta leysir
Sigurin heldur fast um støðuna hjá Neistanum, sum enn hevur fult stigatal. Og skal metast eftir dystinum hesaferð, so verða teir truplir at taka. Bæði tí teir hava einstaklingarnar, sum kunnu avgera dystir, men eisini tí liðið kropsliga tykist vera somikið væl fyri, at ein høg leikferð kann haldast allan dystin.
Tann parturin tóktist bila hjá StÍF. Hóast liðið fyrstu løtuna prógvaði, at teir eisini skulu roknast við í toppin, so var niðurtúrurin í seinna hálvleiki av slíkum slag, sum eisini bendi á vantandi orku til 60 minuttir. Fæst tann parturin í rættlag, skulu hvørki Neistin ella onnur kanna sær nakran bita longu nú.
Fakta um dystin
Neistin-StÍF 35-30 (19-19)
Málskjúttar
Neistin: Ingi Olsen 10(2), Roar Dalsgarð 5, Blagoje Buha 4(1), Jugoslav Djumic 4, Tróndur Kragesteen 4, Karl Herup Olsen 3, Dann Thorleifsson 3, Bogi Berg 1
StÍF: David Evardsen 8(2), Leivur Justinussen 5, Danni Syhler 4, Bárður Danielsen 3, Sveinur Justinusen 3(1), Borgar Danielsen 3, Jón Rasmussen 2, Runi Niclassen 1, André Danielsen 1
Brotskøst: Neistin 4, StÍF 3
Útvísingar: Neistin 6, StÍF 6
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
Myndatxt
Hóast aldurin er farin upp um tað, sum verður roknað sum besti hondbóltsaldurin, so var ikki ein tann einasti, sum kundi standa Inga Olsen kurl, tá Neistin vann oddadystin móti StÍF mikukvøldið