Ingi Højsted upplivir dreymin

Á tíðindafundi í B36 húsinum mánadagin varð staðfest, at bert 15 ára gamli B36 leikarin Ingi Højsted hevur skrivað undir 3 ára sáttmála við ein av risunum í ensku Premier League, Arsenal. Hetta er uttan iva størsti handil higartil í føroyskari fótbóltssøgu, og ævintýrið hjá Inga Højsted byrjar í juli

 

Fótbóltur


15 ára gamli B36 leikarin Ingi Højsted hevði mánadagin úr at gera í B36 húsinum, tá hann eftir tíðindafund fyri fjølmiðlunum var umringaður av sjónvarpsfólki, útvarpsfólki og blaðmonnum, og tað var ikki so løgið. Størsti handilin í føroyskari fótbóltssøgu var nevniliga júst almannakunngjørdur av formanninum í B36, Kristan á Neystabø, og 15 ára gamli havnardrongurin er nú farin undir tað ævintýr, sum Todi Jónsson, Julian Jónsson, Kurt Mørkøre og Jákup Mikkelsen allir droyma um.

Ingi Højsted byrjar nevniliga í juli í summar sum sáttmálabundin leikari við millum fremstu liðunum í Europa í løtuni, stjørnusetta London liðnum Arsenal. Sáttmálin er uppá 3 ár, og Kristian á Neystabø seðgi á tíðindafundi mánadagin, at sáttmálin er góður fyri allar partar.


U-16 NM kapping var byrjanin

Kristian á Neystabø legði út í B36 húsinum mánadagin, har hann fyrst og fremst boðaði frá stórtíðindunum. Hann segði, at í B36 hava teir havt eitt mál, at í hvussu so er ein leikari úr hvørjari ungdómsdeild skal koma inn á 1. liðshópin, og so má tíðin vísa, um ein kemur víðari harífrá. Men tað kom óvæntað á hann, at ein skuldi leypa hetta stig um, og sum 15 ára gamal at fara til ongan minni enn Arsenal.

Jákup í Stórustovu, sum hevur fingið handilin til rættis, og sum seinastu árini hevur arbeitt við at fingið ungar føroyskar leikarar út um landoddarnar at royna seg, tók síðani orðið á tíðindafundinum. Hann segði, at áhugin fyri Inga Højsted byrjaði í fjør, tá Norðurlandameistaraheitið fyri u-16 landslið varð spælt í Føroyum. Føroyar var sum kunnugt við, og leikti u-16 landslið okkara móti Danmark, Onglandi, Finlandi og Noregi. Ingi spældi á miðvøllinum hjá føroyingum, og hann spældi eftir øllum at døma so væl, at útlendskir talenteygleiðarar, sum vóru fleiri í tali, løgdu merki til vælleikandi føroyska miðvallaran. Stutt aftaná setti Arsenal seg í samband við B36, og eftir fleiri royndarvenjingar niðri í London hevur Arsenal valt at geva Inga sáttmála.

Jákup í Stórustovu segði, at hetta er úrslit av langtíðararbeiði, og at tað tískil var ein stórur dagur mánadagin.


Góður sáttmáli

Sáttmálin hjá Inga við Arsenal er sum nevnt av Kristani á Neystabø ein góður sáttmáli fyri allar partar. Ingi fær skúlagongd, hóast mestur dentur verður lagdur á fótbóltin. Ingi velur sjálvur fleiri av lærugreinunum, og sostatt er hann tryggjaður á tann hátt, at um tað ikki skuldið gingið sum ætlað, hevur hann tó skúlagongd, sum hann kann byggja víðari á.

Hetta er sera gott fyri Inga, tí fyri bert nøkrum árum síðani upplivdu eitt ótal av ungum enskum leikarum at verða vrakaðir, og hareftir at standa á berum uttan útbúgving. Í Danmark hevur í fleiri ár verið ansað eftir, at ungir leikarar ikki uppliva slíkt, og hetta hevur altíð verið ein myrk síða í útlendskum fótbólti. Men eftir øllum at døma skuldi hetta ikki hent fyri Inga, sum foreldur hansara uttan iva eru glað fyri.

Viðvíkjandi peningi hevur hvørki Ingi Højsted, Jákup í Stórustovu ella B36 loyvi at úttala seg um, men Kristian á Neystabø segði á tíðindafundinum mánadagin, at B36 eisini fær væl av peningi burturúr. Europeiska fótbóltssambandið, UEFA, hevur nevniliga eina lóg, sum sigur, at lítil feløg skulu hava pening fyri leikarar, sum eru uppvaksnir hjá teimum, so tey stóru liðini ikki bert fara avstað við teimum uttan at gjalda.

Um Ingi eftir 3 ár leingir um sáttmála sín við Arsenal, ella um Ingi fer víðari til annað stórfelag, fær B36 eisini munandi meiri pening burturúr tá, og um Ingi einaferð í framtíðini fær dystir á besta liðnum, fær B36 eisini nógv størri upphædd enn talan er um nú. Alt hetta er við í sáttmálanum millum feløgini. Viðvíkjandi løn hjá Inga er einki upplýst, men væntast kann, at talan ikki er um smáar upphæddir, tá liðið eitur Arsenal og er í fjórðingsfinaluni í Champions League.


15 lið vildu hava Inga

Men Arsenal er ikki einasta liðið, sum hevur lagt merki til fótbóltsevnini hjá Inga Højsted. Ingi hevur eisini verið í royndarvenjing í hollendska stórfelagnum PSV Eindhoven, sum í løtuni er besta felag í Hollandi. Umframt Arsenal er PSV Eindhoven einasta felag, sum Ingi hevur vant við ígjøgnum seinasta árið, men heili 15 onnur lið vildu hava Inga til royndarvenjing. Ingi sigur, at teir gjørdu av bert at velja tvey stórfeløg úr rúgvuni, sum hann so hevur vant við, tí tað hevði tikið alt ov langa tíð at ferðast runt til øll liðini, sum sýndu áhuga. Ingi hevur tó onga orsøk at angra nakað, við tað at hann kundi næstan ikki fingið ein betri arbeiðsgevara í London liðnum Arsenal.

Ævintýrið hjá Inga Højsted sum yrkisleikari í Arsenal í London byrjar í juli, har hann skal arbeiða fram ímóti einaferð at gerast liðfelagi hjá leikarum sum Thierry Henry, Patrick Vieira, Robert Pires, Tony Adams, Dennis Bergkamp og Sylwain Wiltord, har fleiri teirra eru bæði heims- og europameistarar.