Ingi Gunnarsson til PM

1. januar varð Ingi Gunnarsson settur í starv sum sølumaður hjá Poul Michelsen heilsølu, við ábyrgd fyri sølu í Suðuroynni og Sandoynni v.m. Ingi er 47 ára gamal og havnarmaður. Hann tók útbúgving sum fiskivinnuatstøðingur í Íslandi frá 1976-79 og HH prógv á Føroya Handilsskúla í 1982. Hann hevur arbeitt við sølu í mong ár. Seinastu 10 árini sum sølumaður hjá Landshandlinum í Havn.