19 ára gamli havnardrongurin Ingi Højsted hevur seinastu fýra árini verið í enska stórfelagnum Arsenal FC. Hesi fýra árini hava verið sera lærurík fyri fyrrverandi B36-unglingin, men samstundis hevur tíðin hjá Inga í Arsenal verið nógv darvað av skaða.
Hevur samband við onnur feløg
Herfyri gjørdu so Ingi Højsted og Arsenal eina avtalu, sum loysir Inga úr sáttmálanum, ið varð galdandi fram til næsta summar. Avtalan merkir, at Ingi fær løn frá Arsenal komandi árið, men at honum samstundis stendur í boði at finna sær eitt nýtt felag.
Umboðsmaðurin hjá Inga Højsted, Jákup í Stórustovu, sigur, at við tí avtalu, sum Ingi og Arsenal hava gjørt, er gjørligt hjá unga havnarmanninum at brúka tað tíð, ið er neyðugt, til tess at finna sær eitt nýtt felag. Sambært Jákupi í Stórustovu er samband millum Inga Højsted og fleiri onnur útlendsk feløg, bæði í Onglandi og uttanfyri Ongland. Tó sigur umboðsmaðurin hjá Inga Højsted, at tað er mest sannlíkt, at Ingi Højsted fer at halda fram í onkrum enskum felagi. Ingi Højsted er skrásettur fyri ein dyst á føroyska A-landsliðnum.