Ingi Kerlok (mynd) varð valdur í nevndina í FSN í fjør. Tá starvaðist hann í frálandavinnuni. Nú hevur hann biðið um at verða loystur úr nevndarsessinum, tí hann hevur fingið arbeiði á landi.

Ingi fer út og Annfinn kemur inn

Í dag kunnu tey bjóða Annfinni Fagraklett væl afturkomnum í nevndina í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, har hann hevur sitið í fleiri ár.

Ingi Kerlok (mynd) varð valdur í nevndina í FSN í fjør. Tá starvaðist hann í frálandavinnuni. Nú hevur hann biðið um at verða loystur úr nevndarsessinum, tí hann hevur fingið arbeiði á landi.

Í dag er ein náttúrlig útskifting í 11-mannanevndini hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag. 

 

Ingi Kerlok varð valdur í nevndina í felagnum hin 28. desenber í fjør. Hann starvaðist tá sum navigatørur í frálandavinnuni hjá Skansi Offshore, har hann hevur verið í fleiri ár, og hevur trivist væl.

 

- Nú hevur Ingi Kerlok fingið boðið annað starv sum er á landi, og hann hevur tí biðið um at verða loystur úr nevndarsessinum.

 

Í Føroya Skipara-og Navigatørfelag siga tey, at nevndin sjálvsagt hevur eftirlíkað umbønini hjá honum.

 

- Annfinn Fagraklett sum hevur sitið í nevndini í fleiri ár, gjørdist og stuttur á síðsta nevndarvali, men stendur sum fyrstur at koma inn, um annar fær forfall, ella fer úr nevndini.

 

Tí kunnu tey í dag bjóða Annfinni Fagraklett væl afturkomnum í nevndina í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

 

 

 

Ingi Kerlok (mynd) varð valdur í nevndina í FSN í fjør. Tá starvaðist hann í frálandavinnuni. Nú hevur hann biðið um at verða loystur úr nevndarsessinum, tí hann hevur fingið arbeiði á landi.