Ingi Højsted er ein av spælarunum, sum skal verða við í dystinum hjá eykaliðnum hjá Birmingham ímóti West Bromwich týskvøldið.
Venjarin Keith Bertschin hevur tikið fleiri av royndu spælarunum hjá Birmingham við til dystin. Til dømis Nico Vaesen, Jamie Clapham og nýggja spælaran DJ Campbell.
Ingi Højsted er eisini tikin út til dystin, men í fyrstu syftu verður hann noyddur at hyggja at, tí hann skal saman við fýra øðrum spælarum verða eyka.