Fótbóltur
Tá vit spurdu Jákup í Stórustovu, hví Ingi Højsted er tann fyrsti, sum hevur fingið sáttmála, tá fleiri ungir føroyskir leikarar undan honum hava verið uttanlanda, sigur Jákup, at nú eru vit komin eitt stig víðari.
- Teir fyrstu leikararnir, sum vóru uttanlanda og vandu við ymiskum feløgum, vóru partur av eini verkætlan, har vit royndu at gera vart við føroyskan fótbólt. Vit góvu samstundis føroysku leikarunum møguleikan at venja við útlendskum feløgum og síggja, hvussu tað er uttanlanda. Nú eru vit so komin eitt stig víðari, har útlendsku feløgini skulu venda sær til okkum, um áhugi er fyri leikara.
Jákup í Stórustovu segði á tíðindafundinum í B36 húsinum mánadagin, at teir arbeiða fram ímóti at fáa tríggjar leikarar afturat Inga at skriva undir sáttmála við útlendsk feløg, áðrenn hetta árið er farið.
Jákup sigur, at fleiri aðrir føroyskir leikarar hava møguleikan at fáa sáttmála, eins og Ingi Højsted nú hevur fingið, og verður tað sera spennandi at síggja, um aðrir ungir føroyskir leikarar megna at gera tað sama sum Ingi Højsted.
Tá vit spyrja Jákup, um hann einaferð væntar at síggja Inga Højsted á besta Arsenal liðnum, er hann skjótur at svara.
- Tað ivist eg ikki í, og tað ivast teir í Arsenal heldur ikki í, endar Jákup í Stórustovu, sum hevur fingið handilin í lag.