Ingi er nýggjur forseti

Talvsamband Føroya hevur í kvøld á eykaaðalfundi valt nýggja nevnd, sum eftir fundin skipaði seg

Frá vinstru: Ingi Wiberg, forseti, Katrin Didriksen Apol, næstforkvinna, Gunnleif Rasmussen, kassameistari, Herborg Hansen, skrivari, og Sjúrður Thorsteinsson, nevndarlimur

Tað var greitt undan eykaaðalfundinum í kvøld, at Talvsambandið fór at velja nýggjan formann ella forseta, sum tað verður nevnt í talvhøpi. Finnbjørn Vang, sum hevur verið forseti seinastu 11 árini, hevði boðað frá, at hann fór at leggja frá sær, og Ingolf Gaard og Elmar Fjallheim høvdu eisini boðað frá, at teir ikki fóru at taka við afturvali.

 

Í kvøld vórðu Herborg Hansen, Gunnleif Rasmussen og Sjúrður Thorsteinsson vald í nevndina í Talvsambandinum saman við Katrin D. Apol og Inga Wiberg, sum tóku við afturvali.

 

Eftir eykaaðalfundin skipaði nevndin seg. Nýggjur forseti er Ingi Wiberg. Katrin Didriksen Apol er næstforkvinna, Gunnleif Rasmussen er kassameistari, Herborg Hansen er skrivari, og Sjúrður Thorsteinsson er nevndarlimur.

 

Frá vinstru: Ingi Wiberg, forseti, Katrin Didriksen Apol, næstforkvinna, Gunnleif Rasmussen, kassameistari, Herborg Hansen, skrivari, og Sjúrður Thorsteinsson, nevndarlimur