Ingi er í HM stríði

HONDBÓLTUR: Føroyski venjarin er oddamaður hjá grønlendingum, sum á heimavølli í kvøld fara undir HM undankapping

Meðan HM endaspælið í fótbólti í Russlandi er í brennideplinum kring heimin, verður tað í dag farið undir størsta ítróttartiltak nakrantíð í Grønlandi.

Har fara tólv tjóðir í kvøld undir Pan American bólkaspælið í hondbólti fyri menn. Málið er at kvalifisera seg í HM endaspælið, sum í januar í 2019 verður í Danmark og Týsklandi.

 

Oddamaður fyri grønlendska landsliðnum er Ingi Olsen úr Vestmanna. Alt hetta árið hava hann og spælararnir fyrireikað seg til kappingina, sum tað í kvøld verður farið undir.

Allir dystirnir vera spældir í Nuuk, og í kvøld klokkan 23 føroyska tíð hittast Grønland og Colombia.

-Málið er at vinna okkum í hálvfinaluna, hevur Ingi Olsen áður sagt.

 

Í bólki B saman við Grønlandi eru umframt Colombia Canada, Uruguay, Paraguay og Brasil, sum verður roknað at vera stórfavorittur.

Trý tey bestu sleppa við í endaspælið.

Í bólki A eru Cuba, Guatemala, Argentina, Peru, Chile og Puerto Rico.

 

Ingi Olsen tók við sum landsliðsvenjari í november í fjør. Avbjóðingin var honum ikki ókend, tí frammanundan var hann hjálparvenjari. Farið varð undir fyrireikingarnar í januar, tá ið grønlendska landsliðið var á venjingarlegu í Føroyum.

Síðst í mai var liðið á venjingarlegu í Spania, og síðani varð liðið úttikið. Onkrir spælarar eru úr donsku kappingini.

-Vit hava eisini hugsað um framtíðina skilt á tann hátt, at talan er bæði um eldri og royndar spælarar og ungar og evnaríkar spælarar, sigur Ingi Olsen við grønlendsku heimasíðuna Sermitsiaq.

Kappingin endar sunnudagin 24. juni.