Ingi aftur uttanfyri

Mánakvøldið spældi eykaliðið hjá Birmingham dyst í móti eykaliðnum hjá Everton. Dysturin endaði málleysur, hóast Birmingham hevði yvirvág í spæli og kundi fingið okkurt málið. Føroyski landsliðsspælarin Ingi Højsted var tikin út til eykaliðið, men hann sæt á beinkinum allar 90 minuttirnar. Hetta er annar dysturin á rað, at Ingi ikki er á vøllinum, tá ið eykaliðið spælir dyst. Fleiri av royndu spælarunum hjá Birmingham spældu við í hesum dystinum  millum annað Kuqi, Jamie Clapham og Stephen Clemence.