Ingi Højsted verður ikki at síggja á vøllinum aftur hetta kappingarárið. Tað skrivar heimasíðan hjá B36.
Ingi Højsted, sum tvær ferðir hevur slitið krossbandið í høgra knæ, mátti í stórsteypadystinum móti EB/Streymi berast av vøllinum við skaða í vinstra knæ. Nú er staðfest at miðvallarin hevur slitið krossbandið.
Í 2010 hevði Ingi Højsted næstan mist mótið, tá enn ein skaði gjørdi um seg í knænum. Hann vísti tó stóra styrki og var í fjør ein partur av B36 liðnum, sum vann meistaraheitið.
- Eg havi sagt við meg sjálvan, at eg gevist við fótbóltinum um krossbandið fer eina ferð afturat. Eg fari ikki at blíva við og við. Kann eg ikki spæla fótbólt, so verður tað har við, segði Ingi Højsted í mei mánaði í 2010 við portalin.
Spurningurin er so um hetta var tað seinasta við hava sæð til evnaríka miðvallarin, sum í síni yrkisleið hevur umboðað Arsenal, Birmingham og spælt á A-landsliðnum.
Mynd: Ingi Højsted(t.h.) í nærdysti við EB/Streyma leikarar