Inger Støjberg fer frá sum næstforkvinna í Vinstra

Eftir stríð um møguligt ríkisrættarmál ímóti Inger Støjberg, leggur hon nú frá sær sum næstforkvinna í Vinstra.

Inger Støjberg leggur frá sær sum næstforkvinna í danska flokkinum Vinstra. Tað skrivar hon á Facebook. Tað er eftir ynski frá Vinstra-formanninum Jakob Ellemann-Jensen, skrivar hon.

– Jakob Ellemann hevur í dag biðið meg um at fara frá sum næstforkvinna í Vinstra. Eg skilji, at tað millum er tí, at hann ikki hevur álit á míni leið í fleiri politiskum málum.

– Nú skal Vinstra finna nýtt fólk til starvið. Soleiðis er tað nú einaferð í politikki. Men líka mikið, hvørji størv eg havi, so skulu tit vita, at eg stríðist fyri teirri politisku linjuni, sum eg veit, at tit øll kenna so væl, skrivar Inger Støjberg.

/ritzau/