Hóskvøldið 13. november skipaði áhugafelagið IDA FØR-ING fyri tiltaki fyri verkfrøðilesandi í Danmark. Meir enn 30 verkfrøðilesandi høvdu funnið sær vegin inn á Kalvebod Brygge 31-33, har høvuðssætið hjá IDA liggur.
Verkfrøðingarnir hoyrdu hvat Fiskaaling arbeiðir við, og hvat teir hava at bjóða verkfrøðingum og verkfrøðilesandi. Verkfrøðingarnir fingu eisini hugskot til uppgávu skriving, so sum modellering, styrkirokningar av aliringum, tilfarseginleikar og hvussu hesir kunnu hátta sær á sjónum. Á fyrilestrinum kom eisini fram at laksalúsin helst kostar føroysku alivinnuni meiri enn 100 milliónir krónur og at hetta er eitt økið har Fiskaaling avgjørt hevur uppgávur at loysa, ið kunnu koma vinnuni til gagns, greiðir Trúgvi Kristiansen, formaður á IDA FØR-ING, frá.
Íverksetarin Heri Schwartz Jacobsen frá Defined Energy, greiddi frá hvussu gongdin hevði verið síðani hann í 2008 stóð undir brúsuni og fekk hugskotið um varmavekslarin ið endurnýtur hitan frá frárensluvatninum. Heri Schwartz tosaði um forðingar ein møtir sum íverksetari, so sum tað at søkja patent, finna íleggjarar og menna framleiðsluna av eini nýggjari vøru
Felagið IDA FØR-ING virkar úr Keypmannahavn, men er fyri øll verkfrøðislesandi bæði í Føroyum og Danmark. Tað er Trúgvi Kristiansen og John Olsen, ið hava tikið stig til átakið.