Ingemars og PK & Dansefolket á Dansibandsfestivalin

Bland av Ingemars og PK & Dansefolket verða høvuðsnavn á Dansibandsfestivalinum í Vági 8. og 9. mai.

Dansiáhugaði kunnu gleða seg, nú tað er greitt Ein blanding av kendu norsku bólkunum Ingemars og PK & Dansefolket verða høvuðsnavn á Dansibandsfestivalinum í Vági vikuskiftið 8. og 9. mai.

 

Dansibandsfestivalurin kundi fríggjakvøldið avdúka, at eitt dansibandsorkestur samansett av øðrum av frontfigurunum í Ingemars, Odd Arne Sørensen, og PK Støbakk sum er høvuðsmaður handan PK & Dansefolket verður høvuðsnavn á Dansibandsfestivalinum.

 

Odd Arne hevur í fleiri umførum vunnið norska Spelemansprisen, eins og PK hevur verið tilnevndur til Spelemansprisen fleiri ferðir.
Odd Arne og PK hava í fleiri ár spælt saman á dansibandstiltøkum, bæði í Norra og uttanfyri Norra - og nú gongur so leiðini til Føroyar, har spælt verður á Dansibandsfestivalinum leygarkvøldið 9. mai.

 

Í næstum verður farið undir at selja atgongumerkir til Dansibandsfestivalin. Tað ber tó longu nú til at bíleggja kampingpláss, teltpláss, leiga hús ella fáa annað innivist í samband við Dansibandsfestivalin - hetta umvegis Kunningarstovuna í Vági á email info(at)vagur.fo

 

 

Myndin: Odd Arne Sørensen og PK Støbakk