Verkfall
?Vit ætla at gera okkara ítarsta fyri at verkfallið verður so effektivt sum gjørligt.
Tað segði Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í gjáramorgunin.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag lýsti verkfall mikunáttina og í gjáramorgunin arbeiddu tey av kraft fyri at skipa verkfallið, so at tað bleiv so effektivt sum gjørligt.
Av tí, at Havnar Arbeiðskvinnufelag og arbeiðarafeløgini í Klaksvík hava skrivað undir sáttmála, kann tað blíva trupult at gera verkfallið effektivt.
Men Ingeborg Vinther leggur dent á, at tey ætla at seta hart ímóti hørðum.
Og hon sigur, at tað tykist sum um, at tey fáa brúk fyri tí frá fyrsta bríksli.
? Tað frættist longu um, at bilar eru á veg úr Havnini inn í Eysturoynna við farmi.
Ingeborg Vinther sigur, at tann flutningurin skal steðgast, tí Eysturoy er varkfalsrakt arbeiði og tískil er tað verkfalsbrot at flyta farm í Eysturoynna.
? Um neyðugt fara vit at seta tiltøk í verk og at blokera vegirnar fyri at steðga farmaflutninginum út á bygd, sigur Ingeborg Vinther.
? Sostatt sær út til, at ein av okkara mest krevjandi uppgávum verður at verja okkum fyri verkfalsbrótarum úr Havnar Arbeiðsmannafelag og tað er nógv fyri, heldur Ingeborg Vinther.
Skal ikki misbrúkast
Áður, tá ið verkfall hava verið, hevur tað eisini rakt Strandferðsluna og ikki minst siglingina hjá Smyrli, tí teir, sum binda skipið í Suðuroy, eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.
Men hesuferð siglur Smyril sum vant.
? Vit vilja vera lagalig og vit duga ikki at síggja endamálið í at forða fyri vanligum ferðafólkaflutningi, sigur Ingeborg Vinther.
Men hon leggur dent á, at farmur skal ikki flytast við Strandferðsluni, hvørki við Smyrli til Suðuroyar, ella við øðrum bátum til útoyggjarnar.
? Vit hava eina avtalu við Strandferðsluna um, at farmur skal ikki takast við bátunum til tey økini, sum eru rakt av verkfalli. Og hendan avtalan skal haldast.
Hon sigur, at tey fara at seta fólk at ansa eftir, at hendan avtalan ikki verður misbrúkt.
? Vísir tað seg, at fólk misbrúk avtaluna, so at t.d. hvør persónbilur er fullur av farmi, verður eisini Smyrli lagdur, sigur Ingeborg Vinther.
.