? Talan er um hvør sínar samráðingar. Men vandi er fyri, at hetta ger okkara støðu truplari.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at sáttmálin, sum varð undirskrivaður í nátt ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og feløgini í Klaksvík og Havnar Arbeiðsmannafelag hinumegin, kann ikki brúkast sum støði undir teimum samráðingunum, sum nú verða millum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hon sigur, at talan er um heilt hvør sínar samráðingar, við hvør sínum krøvum, so hesar samráðingarnar kunnu ikki samanberast.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag samráðast saman um um lønarsáttmála og tey bæði feløgini fara nú undir samráðingarnar við arbeiðsgevaran ígjøgnum semingsmannin, sum hevur útsett eitt møguligtverkfall til á midnátt mánakvøldið.
Fáa fullan stuðul
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava havt ein fund í Kollafirði í dag.
Á tí fundinum fekk samráðingarnevndin fullan stuðul og fundurin mælti til at halda fast um tey krøv, sum vórðu sett fram.
Liggur tað í hesum, at tit halda, at feløgini í Klaksvík og Havnar Arbeiðsmannafelag hava fingið ov lítið?
? Tað havi eg ongar viðmerkingar til. Eg fari ikki at gera viðmerkingar til teirra sáttmála, sigur Ingeborg Vinther.
Men aðrar keldur í Føroya Abreiðarafelag siga, at tað er júst soleiðis, at áheitanin á samráðingarnevndina skal skiljast.
Ingeborg Vinther sigur, at tey fara nú undir at samráðast við arbeiððsgevaran útfrá teimum krøvum, sum tey høvdu.
Tey kravdu 15 krónur afturat um tíman, og tað svarar til fast í 20%.
Og fundurin í Kollafirði mælti altso í dag nevndini smaráðingarnevndini at halda fast um tey krøvini.
Men ber tað til at hava ójavnar lønir í landinum?
? Tað er í hvussu so er ómetaliga trupult. Men eg haldi ikki, at vit og okkara feløg skulu bløða fyri tær semjur, sum onnur feløg gera. Limirnir í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag við okkara fortreyum og okkara krøvum skulu ikki bløða fyri teimum semjum, sum Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík hava gjørt undir teirra fortreytum og við teirra krøvum, sigur ingeborg Vinther.
Væntar tú, at semjan í dag fer at gera tykkara samráðingarstøðu truplari, enn hon var?
? Ja, um hendan semjan verður drigin uppí okkara samráðingar, so fer tað at gera støðuna truplari, sigur Ingeborg Vinther.










