Ingeborg Vinther vendir Javnaðarflokkinum bakið

Forkvinnan í landsins størsta fakfelag ger greitt, at nú Løgtingið hevur samtykt útlendingamálið, hevur hon ongan áhuga fyri at stuðla Javnaðarflokkinum longur

Ingeborg Vinther fer aldrin at velja Javnaðarflokkin aftur.

Tað gjørdi forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag greitt í tíðindunum á Rás2 fyrr í dag.

Tað er leikluturin hjá Javnaðarflokkinum í útlendingamálinum, sum hevur gjørt forkvinna í landsins størsta fakfelag so firtnað, at hon nú vendir Javnaðarflokkin bakið.

- Tað sigur seg sjálvt, at fakfeløgini missa fullkomiliga álitið á teimum politisku flokkunum, hóast teir kalla seg verkamannaflokkar. Og tað bara versnar, sum frálíður, segði hon við Rás2.

Hon leggur afturat, at tíverri vísir tað seg so, at hvørja ferð, teir báðir størstu verkamannaflokkarnir fara saman í samgongu, stinga teir arbeiðarafeløgini í ryggin, sigur Ingeborg Vinther.

- Tað sigur seg sjálvt, at eg tími ikki at blíva við at stuðla flokkum, sum ganga beint ímóti tí, sum fakfelagsrørslan stendur fyri.

Hon staðfestir tí, at sjálv hevur hon ongan áhuga í at stuðla Javnaðarflokkin longur, tá ið hann fer eftir ferð svíkir arbeiðararørsluna og rennur ørindi fyri arbeiðsgevararnar.

Hon vil ikki svara fyri restina av fakfelagsrørsluni, men sjálv vil hon ikki stuðla einum flokki, sum gongur beint ímóti sjónarmiðjunum hjá fakfelagsrørsluni

Hon ivast kortini ikki í, at fleiri í fakfelagsrørsluni hava somu áskoðan, sum hon.

Rás2 spurdi hana eisini um hetta er eitt sjónarmið, sum hon fer at geva víðari til limirnar í fakfeløgunum.

- Tað vil tíðin vísa, sigur Ingeborg Vinther.

Hon leggur afturat, at tað kann væl henda, at

Hon varð eisini spurd um tað kann koma upp á tal, at fakfelagsrørslan fer at stovna sín egna politiska flokk.

- Tað kann væl vera, tí tað kann so nógv henda tey næstu fýra árini, sigur hon.


Ikki tað síðsta

Hon leggur afturat, at yvirlýsingin frá fakfeløgunum verður ikki tað síðsta, sum politiska skipanin fer at hoyra frá fakfeløgunum í hesum máli.

- Fakfeløgini lata ikki hetta málið fara afturvið borðinum og tí fara vit at tosa saman aftur í næstu framtíð.

- Samgongan hevur stungið fakfeløgini í ryggin, tí hon tryggjar útlendingum 30 arbeiðstímar um vikuna, samstundis sum føroyingar onga trygd hava. Og hon heldur, at samgongan hevur eina undarliga uppfatan av rættvísi, tá ið hon diskriminerar sínar egnu landsmenn.

Hon vísir á, at samgongan er mannað við trimum flokkum, sum allir seg virka fyri samhaldsfesti og rættvísi.

- Men eg dugi ikki at síggja samhaldsfesti og rættvísi í, at tryggja útlendingum 30 arbeiðstímar um vikuna, samstundis sum um føroyingar sjálvir onga trygd hava yvirhøvur.

Hon sigur, at fakfeløgini hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at vísa samgonguni á skeivleikarnar í málinum, men tað hevur ikki havt nakra ávirkan yvirhøvur.

Hon sipar til, at fakfeløgini vildu hava trygd fyri at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, fáa skipað viðurskifti.

- Tað kundi gerast við at lata arbeiðsgevarar rinda prosentgjøld til fakfeløgini fyri at hava eftirlit við, at teir ikki arbeiddu fyri undirløn.

- Vit hava fingið lyfti frá samgonguni um taka okkara sjónarmið við, men tað lyftið helt samgongan ikki.

Hon fegnast kortini um, at mark er sett á, so at skrúva verður fyri útlendskari arbeiðsmegi, tá ið arbeiðsloysið fer upp um 3,5%.

- Men tað tryggjar ikki, at tala verður um skipað viðurskifti og at útlendingarnir verða løntir eftir føroyskum sáttmálum og annars fáa tey rættindi, sum eru.

Hon trýr onki upp á, at samgongan veruliga fer at broyta lógina og at gera neyðugar lógir og kunngerðir, sum tryggja, at vit fáa skipað viðurskifti.

- Vit kenna alt til, at fyribilslógir blíva verandi, tí politikarar hava ikki rygg til at broyta lógir, sum fyrst eru komnar.

Hon trýr heldur ikki uppá, at tað nú fer at eydnast at fáa ein fastlønarsáttmála fyri fólk á fiskavirkjum.

- Politikarar hava ført fram, at arbeiðsgevarar hava váttað, at teir eru sinnaðir at gera ein fastlønarsáttmála. Men tað passar ikki, tí tað einasta teir hava sagt, er, at teir eru sinnaðir at fara undir eina tilgongd.

- Vit hava tosað við arbeiðsgevarar um málið, men tá var so langt ímillum partarnar, at tað var ikki hugsingur um tað.

Ingeborg Vinther sigur, at arbeiðarafeløgini ætla at royna aftur at tosa við arbeiðsgevararnar um ein fastlønarsáttmála.

- So fáa vit at síggja, leggur hon afturat.

Men hon hevur ikki góðar vónir.

- Ein nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur longu boðað frá, at fastlønarsáttmáli kemur ikki upp á tal.

Annars sigur hon, at nú er ikki neyðugt hjá arbeiðsgevarunum at gera fastlønarsáttmála.

- Nú kunnu virkini fáa útlendska arbeiðsmegi og tí er onki trýst á arbeiðsgevarunum at fáa fastlønarsáttmála. Vit heittu á samgonguna um at bíða við útlendingamálinum, til vit høvdu fingið fastlønarsáttmála, fyri at leggja trýst á arbeiðsgevararnar, men tað vildi hon ikki.

- Einasti løgtingsmaður, sum vísti fakfeløgunum virðing og helt síni lyfti, var Gerhard Lognberg, sigur Ingeborg Vinther. 

Les eisini yvirlýsing frá fakfeløgum aðrastaðni í blaðnum.