Ingeborg Vinther vónar at Løgtingið sigur ja

? Vit eru tey einastu sum enn hanga í leysari luft, sigur hon

Arbeiðsmarknaður

? Eg vóni so hjartaliga, at Løgtingið sigur ja.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sum er størsta fakfelagið hjá tímaløntum, er ómetaliga fegin um, at uppskot er lagt fyri tingið sum áleggur arbeiðsgevarum at geva hvørjum einstøkum tímaløntum eitt skriv við upplýsingum um, hvørjum treytum tann tímalønti er settur í starv eftir. Sí grein aðrastaðni í blaðnum.
Ingeborg Vinther sigur, at allir aðrir starvsbólkar hava eina ávísa trygd í sínum starvsviðurskiftum við tað, at teir fáa setanarskriv við øllum neyðugum upplýsingum í.
? Tey einastu, sum eru dottin niður ímillum, eru tey tímaløntu.
Ingeborg Vinther sigur, at tá ið ein tímaløntur hevur verið í starvi í tveir ár, hevur hann 20 daga uppsagnartíð.
? Hetta er ásett í sáttmálanum, men tað verður verri enn so altíð hildið og tað kemur næstan ikki fyri, at arbeiðsfólk fáa upplýsingar um uppsagnarfreistir o.s.fr.
Ingeborg Vinther sigur, at tey fægstu arbeiðsfólk eru í føstum starvi. Tey verða bara biðin til arbeiðis og biðin um at fara úr arbeiði aftur, tá ið tað passar arbeiðsgevarunum.
Hon sigur, at hon sjálv legði eitt líknandi uppskot fram, tá ið hon sat í tinginum, men tá varð tað felt.
?Síðani hava vit roynt at fáa slíkar reglar settar í gildi í samráðingum við arbeiðsgevararnar, men har var onki at gera.
Ingeborg Vinther sigur, at skulu tey tímaløntu fáa somu sømdir, sum øll onnur, er einasti møguleiki, at tað verður samtykt við lóg.
Hon vísir á, at hesa trygdina hava arbeiðsfólk í hinum Norðanlondunum.
Tað er eisini eitt ES krav, at arbeiðsfólk fáa eitt slíkt skriv við teimum grundleggjandi upplýsingunum í.
? Men nú vilja arbeiðsgevararnir ikki vita av hesum, tí tað er bara eitt ES krav og tað er ongin orsøk til at føra ES krøv inn á okkum.
?Men tað er bara tá ið tað er til okkara fyrimun. Er tað til teirra fyrimun, vilja arbeiðsgevararnir fegnir hava ES krøv sett í gildi í Føroyum, sum t.d. herfyri, tá ið teir mæltu til at seta ES kravið um, at tað skuldi bera til at flyta arbeiðsmegi runt í landinum, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað er fáa staðni, at tímalønt eru so illa tryggjað, hvat starvsviðurskiftum viðvíkur, sum í Føroyum. Tí heldur hon avgjørt, at uppskotið hjá javnaðarflokkinum skuldi verðið sett í verk.