Verður verkfall, sleppur Smyril at sigla kortini!!!!
Tað sker Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag enn einaferð út í papp.
Hon er í øðini inn á Stjóran í Strandferðsluni, tí hann hevur alment boðað frá, at endar tað við verkfalli, verður Smyril lagdur, so at Suðuroyggin verður avskorin frá meginøkinum.
-Tað er ótrúligt, at stjórin fyri eini almennum stovni ikki kann hugsa seg betri um áðrenn hann almannkunngerð slík ósannindi, sigur Ingeborg Vinther.
Fráboðanin frá stjóranum á Strandferðslnui um, at Smyril verður lagdur í einum verkfalli, gjørdi vikuskiftið hjá Ingeborg ógvuliga ófriðarligt.
- Telefonin ringdi alla tíðina at spyrja og at skeldast, so tað var lítil friður, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon sigur, at tað vóru øll møgulig fólk, sum ringdu. Ikki minst vóru tað fólk, ið skuldu av landinum, sum stúrdu fyri um tey nú ikki sluppu avstað ella ikki.
Harmiligt og átaluvert
Men Ingeborg Vinther staðfestir eisini, at øllum hesum trupulleikanum kundu vit sloppið undan.
- Hevði stjórin á Strandferðsluni hugsað seg um og var hann ikki lopin fram, høvdu vit sloppið undan at loypt óneyðugan ótta á fólk.
Hon vísir á, at seinast, tá ið verkfall var, fekk Smyril undantaksloyvi at sigla.
- Arbeiðarafeløgini hava eisini longu tikið avgerð um, at endar hetta við verkfalli, fær Smyril aftur hesuferð undantaksloyvi at sigla við fólki og privatbilum.
Einasta treyt er, at hann ikki flytir farm.
- Hetta kunngjørdi eg eisini í samrøðu við Sosialin longu mikudagin annan mai.
- Tí er tað ómetaliga harmuligt og átaluvert, at stjórin fyri Strandferðsluna upp undir vikuskiftið kunngerð, at Smyril skal leggjast og sostatt loypur óneyðugan ótta á fólk.
Hon sigur, at verður verkfall, fáa teir limir í arbeiðarafeløgunum, sum eru knýtt at Smyrli, undantaksloyvi at vera til arbeiðis.
Tað er galdandi bæði fyri teir, sum binda og loysa og teir, sum ganga náttarvakt umborð.
- Undir øllum umstøðum, kundi stjórin fyri Strandferðsluni sett seg í samband við fakfeløgini, áðrenn hann leypir á leistum og almannakunngerð ósannindi, sigur ein rættiliga ørg fakfelagskvinna við Sosialin í morgin.
Vit fingu ikki orðið á strandferðslustjóran fyri evstamark í dag.