Ingeborg Vinther er órímilig

- Hon veit, at er tað nakar flokkur, sum hevur roynt at laga útlendingamálið til fakfeløgini, er tað Javnaðarflokkurin, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins

Dómurin frá Ingeborg Vinther Javnaðarflokkin er órímiligur.

Tað heldur Eidesgaard, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins.

Hann sipar til avgjørdu støðuna hjá Ingeborg Vinther á Rás2 um vikuskiftið, tá ið hon gjørdi púra greitt, at hon fer at venda Javnaðarflokkinum bakið í kjalarvørrinum á tí, sum er hent í útlendingamálinum.

- Eg stuðli ikki ein flokk sum stingur fakfelagsrørsluna í bakið, segði hon.

Men Jóannes Eidesgaard heldur, at Ingeborg Vinther metir Javnaðarflokkin ov harðliga.

Hann sigur, at Ingeborg Vinther veit fullvæl, hvussu nógv Javnaðarflokkurin hevur gjørt fyri at ganga fakfeløgunum á møti í útlendingamálinum.

- Vit hava gingið teimum á møti, sum langt, sum okkara politiska megi røkkur, segði Jóannes Eidesgaard við Rás2.


Bretta upp um armar

Jóannes Edesgaard sigur, at skulu vit hava útlendingar hendavegin, mugu vit gera okkum púra greitt, at tað er neyðugt at tryggja teimum arbeiði eitt ávíst tímatal.

Harnæst hava arbeiðsgevarar skrivliga fyri landsstýrinum bundið seg til at fara undir eina tilgongd um fastlønarskipan fyri flakafólk.

- Eydnast tað, er tað kanska størsti sigurin í søguni hjá arbeiðararørsluni

Men tað hevur Ingeborg Vinther ikki serliga góðar vónir um.

- Men tað er ein samráðingarspurningur ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og tað er eitt máttloysistekin at geva upp frammanundan ístaðin fyri at bretta upp um armar og fara til verka og royna samráðingar, staðfesti Jóannes Eidesgaard.

Og hann ivast í um hetta er eitt mál, sum samgongan kann hjálpa fakfeløgunum við.

- Vit hava óteljandi dømi um, at fakfeløgini hava sligið politikarar á fingrarnar við skuldsetingum um, at vit hava lagt okkum út í viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

- Tað at samráðast um ein fastlønarsáttmála, er avgjørt ein spurningur ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og tí er tað eitt mál, sum politikararnir skulu halda seg burtur frá.

Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at ætlanin er at stovnað eina útlendingastovu, sum skal hava eftirlit við at útlendingar í Føroyum hava skipað viðurskifti.

Harafturat er hámark eisini sett á, so fer arbeiðsloysið upp um 35% verður tórførari at fáa útlendingar hendavegin

Landsstýrið skal taka atlit fyri øllum samfelagnum og veruleikum er, at búskaparligi vøksturin er við at steðga, tí partar av vinnulívinum hava ein skríggjandi tørv á arbeiðsmegi.

- Tað er ein trupulleiki, sum landsstýrið má fyrihalda seg til og tað kann bara gerast við fremmandari arbeiðsmegi og tí er hetta neyðugt.


Mælir til forstáilsi

Annars harmar tað Jóannes Eidesgaard, at góða og søguliga samstarvið ímillum Javnaðarflokkin og fakfelagsrørsluna, skal enda upp á hetta málið og ístaðin heitir hann á fakfeløgini um at vísa forstáilsi fyri, at landsstýrið má taka atlit at øllum samfelagnum.

- Tað er lítið hugalígt at fáa slík boð og tað er lítið hugaligt, tá ið fólk taka sín stuðul til flokkin aftur

Hann vísir eisini á, at samgongan hevur nógv tiltøk á skránni til frama fyri tímalønt. Eitt nú er barsilsskipanin longd og skattalættin er broyttur, so at hann vendir sosialt rættari, sigur Jóannes Eidesgaard.