Ingeborg Vinter langar til: Hetta er ein skammblettur

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya størsta fakfelag, er ikki sørt skelkað av, at Løgtingið hevur samtykt at hækka eftirlønina hjá landsstýrismonnunum munandi

Eftirløn hjá landsstýrismonnum
 
Hetta er hvørki rætt ella rættvíst. Hetta er tvørturímóti ein skammblettur fyri Føroya Land.
Tað hevur skelkað Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya størsta fakfelag, ikki sørt, at Løgtingið hevur samtykt at hækka eftirlønina hjá landsstýrismonnunum munandi.
Tá ið Løgtingið atkvøddi um uppskotið, vóru tað javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin, sum atkvøddu fyri og syrgdi fyri, at tað varð samtykt við 14 atkvøðum. Tjóðveldisflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin atkvøddu nei og sostatt vóru bara 11 atkvøður ímóti. Hinvegin vildi sambandsflokkurin als ikki taka støðu og atkvøddi blankt og sostatt varð tað samtykt við einum meiriluta.
 
Ómetaliga grovt
Tað, sum Ingeborg Vinther heldur er serliga grovt, er, at nú fáa landsstýrismenn eftirløn við afturvirkandi kraft, aftur til 1998.
Tað merkir, at tá ið eftirløn til ein landsstýrismann skal roknast út, verður 1998 brúkt sum grundarlag.
- Hetta er ómetaliga grovt og hetta er ein grov provokatión ímóti øllum pensjónistum og ímóti øllum Føroya Fólki, tí við hesum hava politikararnir lóggivið niður í sín egna lumma og hava syrgt fyri, at landsstýrismenn fáa ein framíhjárætt og fáa betri sømdir enn nakar skattgjaldari fær.
Ingeborg Vinter vísir á, at samstundis sum politikarar geva sær sjálvum eina sera góða eftirløn, ber onki til, tá ið eftirlønin hjá vanligum fólki skal fáast í rættlag.
- Pensjónistar liva á hungursmarkinum. Eftirlønin stendur so at siga í stað og klárar ikki at viga upp ímóti príshækkingunum, serliga nú oljan dýrkar so nógv. Oljan er nú so dýr, at tá ið ein pensjónistur hevur goldið ein oljutanga, er valla eitt oyra eftir av eftirlønini. 
- At kalla tað einasta, sum er hent á eftirlønarøkinum, er, at viðbøturnar eru hækkaðar eitt sindur hesi seinastu nógvu árini og samhaldsfasti er hækkaður eitt sindur, men tað, sum veruliga hevur týdning, er, at grundupphæddin hækkar.
 
Onki kemur burturúr
Samstundis átalar Ingeborg Vinther, at onki røkist fyri, at samgongan klárar at gera eina eftirlønarskipan til vanliga løntakaran.
- Politikarar hava í fleiri ár tosað um at gera eina eftirlønarskipan, men onki kemur burturúr. Men eitt úrslit verður helst, at allir løntakarar skulu betala ein prosentpart av lønini í ein eftirlønargrunn, soleiðis sum nógvir løntakarar longu gera.
Og Ingeborg Vinther heldur, at tað er blóðugur órættur, at allir vanligir skattaborgarar skulu noyðast at betala sína egna eftirløn, men teir, sum stýra landinum, syrgja fyri, at teir fáa hana úr landskassanum.
­- Sosttatt skulu allir føroyingar fyrst betala sína egnu eftirløn, men síðani skulu teir eisini betala eftirlønina hjá landsstýrisfólkunum.
Annars sat ein arbeiðsbólkur og arbeiddi við eini eftirlønarskipan.
- Men hann er ikki til longur, tí nú eru tað embætisfólk í landsstýrinum, sum sigast at arbeiða við eini eftirlønarskipan. Men sostatt kann staðfestast, at løntakarar onga ávirkan fáa á, hvussu skipanin skal síggja út.
- Men eitt tað mest skilaleysa av øllum er, at samstundis, sum embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum arbeiða við eini eftirlønarskipan, er eisini ein arbeiðsbólkur settur undir Visjón 2015 at arbeiða við akkurát tí sama.
Ingeborg Vinter minnir eisini á, at stutt eftir, at løgtingslimirnir seinast hækkaði sína egnu løn fyri nøkrum árum síðani, varð heitt á tey um at vera hóvlig í sínum krøvum og at vísa samfelagssinni.
- Tað verður helst tað sama til tey næstu samráðingarnar, at politikararnir fara at biðja fakfeløgini vísa hógv, samstundis sum teir fáa sær sjálvum í posa í sekk.
- Men eitt er vist og tað er, fakfeløgini hava onga orsøk til at vísa samfelagssinni, tí politikararnir gera tað í hvussu so er ikki, sigur Ingeborg Vinther.