Sáttmálasamráðingar
Tað er nú greitt, at Føroya Arbeiðarafelag fer at siga allar sáttmálarnar upp í ár.
Tað hevur felagið gjørt av, og Ingeborg Vinther, forkvinna, sigur, at uppsagnirnar verða sendar Føroya Arbeiðsgevarafelag í hesi vikuni.
Seinasta freist at siga sáttmálarnir er 28. februar.
Sáttmálarnir, sum nú verða sagdir upp, eru bæði høvuðssáttmálin við Føroya Arbeiðsevarafelag, umftramt allir sersáttmálarnir.
Strævnar samráðingar
Ingeborg Vinther væntar, at samráðingrnar hesuferð fara at vera strævnar.
? Men tað eru vit til reiðar til, leggur hon afturat.
Enn hevur felagið ikki gjørt krøvini upp.
Men hon sigur, at tað er onki at ivast í, at talan verður um nógv ymisk krøv á fleiri økjum.
Eitt nú ivast hon ikki í, at tey fara at krevja lønarhækking. Men umframt tað fara tey at krevja at arbeiðsgevararnir betala til eina eftirlønirskipan, umframt at talan eisini verður um onnur krøv.
Enn er tað ikki gjørt av, hvussu samráðingarnar verða skipaðar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur lagt upp til, at samráðingarnar skulu byrja tíðliga í ár.
Men Ingeborg Vinther ger púra greitt, at tey fara ikki til samráðingarborðið, fyrrenn hini feløgini eisini gera tað.
? Vit fara ikki at samráðast einasamøll, leggur hon dent á. Vit fara heldur ikki at leggja krøvini fram enn, sigur hon. Tað veldst alt um, hvussu hini feløgini fyrihalda seg.
hendan komandi tíðin skal sostatt brúkast at gera krøvini upp og til at leggja taktikkin fyri samráðingunum.
Eitt nú skulu feløgini tosa um møguleikan fyri at samráðast í felag.
Einaferð í næstum skal fundur verða ímillum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og tey bæði feløgini í Klaksvík, fyri at vita, um møguleiki er fyri, at feløgini skulu samráðast í felag ella um, hvussu tey skulu fyrihalda sær.
Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt av at siga allar sáttmálarnar upp. Ingeborg Vinther væntar strævnar samráðingar og hendan komandi tíðin skal brúkast at leggja taktikkin til reiðar í.