Ingeborg til reiðar at stuðla nýggjum flokki

GOTT HUGSKOT Forkvinnan í Føroya arbeiðarafelag heldur, at tað er tiltrongt at ein nýggjur politiskur flokkur verður stovnaður

- Tað er eitt gott hugskot at fakfelagsrørslan stovnar ein nýggjan, politiskan flokk.
Tað heldur ein av máttmiklastu og kendastu fakfelagsfólkunum í landinum, Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon staðfestir samstundis, at eru ávísar treytir loknar, er hon til reiðar at stuðla einum nýggjum flokki.

Ongan góðan
Ingeborg Vinther heldur, at sum støðan er nú, eiga fakfeløgini ongan góðan í politikki, hvørki fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum ella tey á tí almenna arbeiðsmarknaðinum.
Men eftir hennara tykki eru tað ikki bara fakfelagsfólk, sum eru fyri vanbýti í dagsins politikki.
- Láglønt, pensjónistar og minni ment annars, eiga heldur ongan, sum talar teirra søk í politikki longur
- Og teir flokkarnir, sum einaferð slóu manngarð um tey minni mentu, hava gloymt alt um tey og hendan týdningarmikla part av teirra baklandi.
Í hesum sambandi hugsar hon um tær sparingar og skerjingar, sum eru framdar og sum hon sigur í mesta mun hava rakt teir veikastu bólkarnar í samfelagnum.
Tí skilir hon væl, at røddir nú eru frammi um at stovna ein nýggjan flokk.
- Tað er tiltrongt, leggur hon afturat.

Fullur stuðul
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur at hon er til reiðar at stuðla einum nýggjum flokki av heilum hjarta.
- Lat okkum nú allarfyrst vita um nakað spyrst burtur úr, leggur hon afturat.
Men verður álvari gjørt av hesum, veldst tað sjálvandi um, hvørja stevnuskrá ein nýggjur flokkur hevur og, hvørjar hugsjónir, hann byggir á.
- treytin fyri at eg kann stuðla einum nýggjum flokki, er sjálvsagt, at eg kann taka undir við stevnuskránni og grundarlagnum annars. Men kann eg tað, eri eg eisini sinnað at stuðla av fullum huga.
Hon staðfestir samstundis, at tað er slett ikki óhugsandi, at hon hevði viljað tikið virknan lut í arbeiðnum at hjálpt einum nýggjum flokki í valstríðnum og í politiska arbeiðnum.
Men hon ger púra greitt, at sjálv er hon ikki sinnað at stilla upp.
Annars var Ingeborg Vinther sjálv í fremstu røð, tá ið Verkamannafylkingin varð stovnað og fekk umboð á tingi í 1994.
Tann royndin miseydnaðist fullkomiliga og Verkamannfylkingin fór líka skjótt í grøvina aftur, sum hon kom undan kavi.
Men Ingeborg Vinther heldur ikki, at tað eigur at ræða fakfeløgini frá at gera eina roynd afturat.
Orsøkin til at tað gekk so illa við Verkamannafylkingini var mest av persónligum orsøkum, heldur hon.
Men hon sigur, at vit læra av teimum mistøkum, vit gera.
- Fyri tað, um Verkamannafylkingin miseydnaðist, er onki í vegin fyri, at ein nýggjur fakfelagsflokkur nú kann eydnast til fulnar, sigur Ingeborg Vinther.