Ingeborg til reiðar at draga ALS í rættin

Ingeborg Vinther, sum sjálv er limur í stýrinum fyri ALS, er so ørg um framferðina hjá stovninum, at hon er til reiðar at stevna

- Verður tað neyðugt, eru vit til reiðar at stevna ALS.

Ingeborg Vinther er púra greið, tá ið vit spyrja hana siga sína meining um mannagongdina, sum ALS hevur brúkt ímóti teimum arbeiðsleysu hesa seinastu tíðina.

Ingeborg Vinther er forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, men hon er meiri enn tað, tí hon er eisini limur í stýrinum fyri ALS, har hon umboðar løntakararnar á privata arbeiðsmarknaðinum.

Tað, sum fær ein lim í stýrinum fyri ALS at taka so drastiskt til orðanna ímóti sínum egna stovni, er, at ALS tulkar ikki lógina, soleiðis sum Ingeborg Vinther heldur, at lógin skal tulkast.

Tað var nógv reyp og stórur fagnaður, tá ið tað fyrr í ár varð kunngjørt, at løgtingið hevði broytt lógina um ALS, so at útgjaldið nú hækkaði munandi.

Fyri tað fyrsta hækkaði útgjaldið upp í 80% av lønini, tó kundi tað í mesta lagið verða 20.000 krónur um mánaðin, men tað var eitt munandi framstig.

Men nú, ALS skal betala, hevur stovnurin tulkað lógina soleiðis, at fleiri kortini ikki fáa ikki meiri enn 75% av lønini.

Tað stutta av tí langa er, at ALS tulkar lógina so, at arbeiðsloysið frá síðst í nítiárunum skal telja upp í og so minkar útgjaldið í fleiri førum.

Tað hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvussu nógvar løntakarar hetta rakar, men onkur hevur nevnt at talan er um einar 400-500, sum sostatt fáa ov lítið útgoldið, sambært Ingeborg Vinther.


Fara allan vegin

Hon sigur, at hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast.

Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið fráboðanir frá arbeiðsleysum, sum hava fingið minni útgjald, enn tey høvdu væntað.

- Tá ið ALS lógin varð broytt, var tað ongantíð meiningin, at gamalt arbeiðsloysi skuldi vera við til at draga útgjaldið niður, staðfestir Ingeborg Vinther.

-Tað var alla tíðina tann greiða fatanin hjá stýrinum, at útgjaldið upp á 80% skuldi koma í gildið, tá ið lógin var broytt.

Tí kann hon undir ongum umstøðum góðtaka, at tað verður tulkað so, at gamalt arbeiðsloysi skal teljast upp í útrokningargrundarlagið.

Stjórin á AlS er burturstaddur, men stýrisformaðurin, Alfred Petersen sigur, at beinanvegin tey vóru gjørd varug við málið, varð biðið um eina løgfrøðiliga meting av, hvussu nýggju broytingarnar skulu tulkast.

Tá ið tað er liðugt, fer stýrið at viðgera spurningin og hann metir, at tað verður í allarnæstu framtíð, at komið verður til eina niðurstøðu.

IngeborgVinther staðfestir, at verður mannagongdin ikki broytt, fara tey at leggja málið fyri kærunevndina fyri ALS.

Men hjálpir tað heldur ikki, verður málið lagt fyri Føroya Rætt at taka støðu til.